SSP

 

SSP er ein tvørfaklig samstarvsskipan millum fakbólkar, ið fáast við børn og ung. Endamálið er at savna, samskipa og fremja felags fyriskipanir, sum skulu fyribyrgja kriminaliteti og skaðandi atburði millum børn og ung.

Heitið, SSP, er ein stytting fyri høvuðspartarnar í SSP-samstarvinum, skúla, sosialar myndugleikar og løgreglu (politi).

SSP-arbeiðið kann býtast í trý stig, alt eftir hvørjum málbólki arbeitt verður við. Eitt alment stig, eitt serstakt stig og eitt einstaklingavent stig.

 

Alment

Arbeitt verður fyribyrgjandi fyri at menna hugburðin hjá øllum børnum og ungum, og fyri at menna førleikar teirra at taka rættar avgerðir.

 

Serstakt

Arbeitt verður málrættað við bólkum av børnum og ungum, sum sýna skaðandi ella kriminellan atburð.

 

Einstaklingar

Arbeitt verður við einstaklingum, sum hava framt lógarbrot og/ella hava álvarsligar trupulleikar at dragast við.

Skúlin er helst týdningarmesti pallurin í SSP-samstarvinum, og allir skúlar hava tilknýti til einSSP-lærara. Uppgávan hjá SSP-læraranum er yvirskipað at arbeiða við trivnaði og fyribyrging áøllum floksstigum í einstaka skúlanum.

SSP-lærarin hevur ávíst tímatal hvørja viku, sum verður nýtt til SSP-arbeiði. Tímatalið verður ásett út frá støddini á skúlanum.

 

Uppgávurnar hjá SSP-læraranum eru at:

  • Taka lut á fundum í SSP-økisbólkinum og vera sambindingarlið millum skúlan og SSP-økisbólkin
  • Miðla vitan um SSP-samstarvið í økinum og um tiltøk/átøk til hinar lærararnar, næmingarnar og foreldrini
  • Vegleiða á skúlanum um tilfar og undirvísing í SSP-høpi
  • Fylgja væl við tí, sum fer fram millum næmingarnar á skúlanum
  • Ráðgeva starvsfelagum á skúlanum í einstaklingamálum
  • Samskipa SSP-átøk á skúlanum
  • Vera skrivari á fundum í økisbólkinum

 

Setningar, ið foreldur festu seg við eftir framløguna "Tryggari á netinum":

  • Vit eiga at vera til staðar
  • Vit eiga ikki at deila myndir uttan samtykki – ikki deila meg
  • Vaksin eiga at vera góðar fyrimyndir
  • Vit eiga at halda eitt skermfrítt nátturaborð
  • Vit stýra foreldrakontrol gjøgnum persónligar innstillingar
  • Vit eiga at siga frá
  • Vit eiga at gera foreldrareglur

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.