• 002
  • 003
  • 001
  • 004

Listaleypurin

Listaleypurin bjóðaði mikudagin næmingum í 5. - 10. flokki at luttaka í verkstovuni hjá gentukórinum KATA.

Sangbólkurin KATA er ein  a’capella bólkur, samansettur fimm songkvinnunum, sum allar hava gjørt vart við seg hvør sær. Arnfríð Lützen, Greta Svabo Bech, Guðrið Hansdóttir, Eyð Berghamar Jacobsen og Unn Paturson eru allar virknar sum sangsolistar í ymiskum høpum, men tær hava eisini nógvar royndir innan kórheimin.

Fyrst høvdu tær eina framførðslu av tónleiki, síðani greiddu tær næmingunum frá skaldskapi av manna munni, og um hvat kvæðini og skjaldrini, ið tey skuldu syngja, snúðu seg um. Síðani vandu tey saman, og klokkan 11:00 var framførðsla í Marghøllini.

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Ein heimasíða frá heini.fo | Síðan liggur hjá Siteground