• 002
  • 003
  • 001
  • 004

Loysing á bókasavninum

Hósdagin í hesi vikuni skipar Sørvágs Bókasavn fyri fyrilestri um bókina 2000 - tá Føroyar skuldu loysa eftir Sjúrða Skaale.

Erhard Jacobsen, bókavørður, fer at tosa um føroysku sjálvstýristilgongdina og ummæla bókina. Byrjað verður við at umrøða gongdina fram til at landsstýrið í 1998 fer undir at skipa Føroyar sum fullveldi.

Síðan verður við støði í bókini greitt frá stríðnum og arbeiðnum at fáa undirtøku fyri fullveldi, og um tað serliga slagið av politiskum samskifti og embætisførslu, sum Sjúrður Skaale í tí sambandi stendur fyri.

Komið verður eisini inn á samráðingarnar við donsku stjórnina, sum miseydnaðust, og um tíðina aftaná og fram til nú, fullveldi ikki longur er ovast á dagsskrá.

Spurt verður eisini hvat slag av bók talan er um, og hvat endamálið við henni kann sigast at vera.

Tiltakið er alment og verður í Marghøllini í Sørvágs Skúla hóskvøldið, 16. februar kl. 8.

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Ein heimasíða frá heini.fo | Síðan liggur hjá Siteground