• 002
  • 003
  • 001
  • 004

Stórt alment tiltak verður í skúlanum á Giljanesi hósdagin

Tiltakið snýr seg, um hvussu vit øll í felag kunnu styrkja felagsskapin millum tey ungu, foreldur, grannar, ítróttarfeløg og samkomur vm í Vágum.

Sørvágs- og Vága kommuna skipa, saman við SSP, fyri einum almennum tiltakið hósdagin tann 27. apríl klokkan 19:00 til 20:30 í skúlanum á Giljanesi. Evnið hetta kvøldið verður, hvussu vit í øll í felag kunnu styrkja felagsskapin millum tey ungu, foreldur, grannar, ítróttarfeløg og samkomur vm.

 

 Skráin sær soleiðis út:

  • Eyðdis Hartmann Niclassen, borgarstjóri í Vága kommunu, bjóðar vælkomin
  • Árni Einarsson greiður frá, hvussu tey arbeiða í Íslandi. Árni er útbúgvin kandidatur innan útbúgving og pedagogik á hægri lærustovni í Íslandi. Hann hevur nógvar royndir innan foreldra samstarv/skúlar og fyribyrging innan alkohol og rúsevni millum tey ungu í Íslandi.
  • "Marujoto" spæla 2 løg. (Tónleikarar frá musikskúlanum)
  • Ragnar í Haraldstovu, SSP umboð og politistur, greiður frá arbeiðinum her vesturi
  • Jan Johannesen, narkopolitiið, greiðir frá arbeiðinum kring landið
  • Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági, tekur saman um og endar tiltakið.

Aftaná verður møguleiki at fáa sær kaffi/the/ køkur og tosa við luttakararnar. Møguleiki verður eisini fyri at tosa við SSP umboðini í Vágum.

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Ein heimasíða frá heini.fo | Síðan liggur hjá Siteground