• 002
  • 003
  • 001
  • 004

Lærarastørv í Sørvágs skúla skúlaárið 2017-2018

Hesi lærarastørv eru leys at seta í Sørvágs skúla frá 1. august 2017 at rokna:

  • 1 fast fulltíðarstarv, sum lærari
  • 1 tíðaravmarkað fulltíðarstarv, sum lærari
  • 2 tíðaravmarkað størv fyri lærarar í farloyvi
  • 1 tíðaravmarkað starv vegna avlopstímar skúlaári 2017/2018. Endaliga tímatalið verður ásett 1. september 2017

 

Okkum tørvar lærarar, ið kunnu:

  • Undirvísa í enskum, føroyskum, donskum, alis og evnafrøði, náttúru og tøkni, støddfrøði, svimjing, ítrótti, søgu, landalæru, lívfrøði og Handaverk og list
  • Átaka sær flokslæraraleiklut og undirvísa í øllum deildum skúlans
  • Hava orðblindaútbúgving og kunnu undirvísa á serøkinum

 

Søkt verður eftir lærarum sum:

  • Undir ábyrgd leiðslunar og í samstarvi við lærarar skúlans, skulu undirvísa og taka lut í dagliga virki skúlans
  • Duga at samstarva og eru fyrikomandi
  • Eru stundisligir, nærlagdir og álítandi
  • Eru fúsir at taka á seg uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum

 


Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og førleika í viðkomandi lærugreinum.

 

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tey, sum sett verða, er tænastumannasett frammanundan.

Lærarastørvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 - 29.2

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Jóhannis Joensen, skúlastjóra, á tel. 233221.

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til Sørvágs skúla, Skúlavegur 13, 380 Sørvági - This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. - og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi týsdagin 23.05.2016 kl. 12:00.

 


 

Í Sørvágs skúla ganga 172 næmingar í 1. til 10. flokki. 16 lærarar og 2 námsfrøðingar starvast í skúlanum.
Starvsfólk skúlans hava fyrireikingarhøli við egnum skriviborði og egnari farteldu.
Ein skúli við serbygdum tónleikahølum, svimjihøll, serhølum og samvirknum talvum. Skúlin er nýliga uppstigaður á øllum økjum. Ein prýðilig Marghøll, har børnini eta og samlast, er miðdepilin í skúlanum. Nýggj matarskipan er júst farin av bakkastokki. Vit arbeiða alsamt við at bjóða næmingunum fleiri undirvísingartilboð. Í hesum sambandi samstarva vit við hinar skúlarnar í vesturøkinum.

 

Virðisgrundarlag skúlans:

Eg vil - Eg dugi - Eg kann
Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum!
Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla!
Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi!
Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra!
Málið er læring, menning, trygd, og trivni. Áhugi elvir til læring.

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Ein heimasíða frá heini.fo | Síðan liggur hjá Siteground