• 002
  • 003
  • 001
  • 004

Spæliliðið fingið prógv

Í gjár var próvhandan í sambandi við, at Sørvágs skúli hevur havt spælilið.

Tiltakið er ein liður í at menna trivnaðin, fyribyrgja happing og hjálpa yngru næmingunum at fáa góðar upplivingar í skúlanum.

Tað eru nakrir av eldru næmingunum í 6. flokki, sum skipa fyri spølum við yngru næmingunum ávís fríkorter. Hesir næmingar hava verið á skeið við skúlaársbyrjan, har teir hava lært, hvussu teir kunnu standa fyri hesi uppgávu og hava fingið góð hugskot um, hvussu tú spælir við børn í 1. 2. og 3. flokki. Ávísir lærarar í skúlanum virka sum akkersfólk og skulu hjálpa næmingunum at skipa fyri.

Spæliliðið er eisini ein liður at bøta um trivnaðin í skúlanum og fríkorterunum, og er tí tengt at AKT og SSP.

Aimé Jacobsen, borgarstjóri, handaði prógvini og segði m.a., at í stuttum er endamálið at fáa børn at vera virkin í fríkorterunum, skapa betri trivnað og forða fyri happing, og at hon vónaði, at komandi ár fara vit eisini at síggja spæliliðið úti í skúlagarðinum.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Ein heimasíða frá heini.fo | Síðan liggur hjá Siteground