• 002
  • 003
  • 001
  • 004

Starvslýsing

Stuðulsstarv í felags serstovuni í Skúlanum á Giljanesi og Sørvágs skúla skúlaárið 2017-2018

Starv sum námsfrøðingur er leyst at seta frá 1. august 2017 at rokna:

Eitt starv við setanarbroti 0,6 til skúlaárið 2017-18 til eina felags serstovu til næmingar við serligum tørvi.

Skúlunum tørvar ein stuðul, ið er arbeiðshugaður, nærlagdur, tekur ábyrgd, samstarvshugaður og sær møguleikar.

Tann, ið settur verður í stuðulsstarvið, skal hava námsfrøðiliga útbúgving og royndir í serstovu.

Starvsøkið er Sernám og stovnar undir tí. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðnum.

Lønar- og setanartreytir:

Námsfrøðingastarvið er sáttmálasett starv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og er tíðaravmarkað til skúlaárið 2017/2018. Námsfrøðingurin er løntur sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Umsóknir:

Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ella This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. í seinasta lagi mikudagin 12 juli kl. 12.00.

Umsóknir kunnu eisini sendast við posti til:

Skúlin á Giljanesi              Sørvágs skúli

á Giljanesi 2                      Skúlavegur 13

360 Sandavágur               380 Sørvágur

Nærri fæst at vita um størvini hjá Jóhannis Joensen á tlf. 233221 ella hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Ein heimasíða frá heini.fo | Síðan liggur hjá Siteground