Myndatøka

HT foto fer í komandi viku at taka skúlamyndir.

Næmingarnir hava í dag fingið ein brævbjálva at taka heim við. Hetta skjal skal útfyllast.

Myndirnar verða tiknar úti, og myndatøkan verður skipað soleiðis:

1.-5. flokkur týsdagin 24. oktober

6.–9. flokkur mikudagin 25. oktober

Tá systkinamyndir skulu takast, verða tær tiknar saman við tí yngsta barninum.

Eru spurningar ella ivamál, eru tit vælkomin at ringja til Jeannet á tlf. 23 32 23 ímillum kl. 8:00 og 13:00

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Ein heimasíða frá heini.fo | Síðan liggur hjá Siteground