Nykurin á Vatninum

 

nykurin 4be30

 

Um viðrar verður stórt hátíðarhald niðri við Vatn leygardagin 25. november 2017, kl. 14:00 har standmynd av nykinum verður avdúkað.

 

Skipað verður fyri sermerktari og stórslignari framførsla við nógvum ymiskum og forvitnisligum á skránni. 

At taka framaftur tær aldargomlu ævintýrkendu søgurnar og seta tær í standmynd ella líknandi, hevur víst seg at havt positivan týdning, og hava hesar standmyndir skapt stóran áhuga fyri søguni og verið eitt gott ferðavinnun mál. Á okkara heimligu støðum kann nevnast “Kópakonan” í  Mikladali og søgnin úr Oyndarfirði um Rinkusteinarnar. Hetta eru støð, sum flest øll vilja síggja.

Vit eru í eini tíð, har mentan og søga hevur stórar avbjóðingar. Okkara sagnir eru uppímóti spennandi teknimyndum frá Disney, telduspølum og t-shirtum við ymsum fremmandum tekningum og ikonum.

At taka sagnirnar fram, skapa tær í standmynd og harvið æviggera tær, meta vit, hevur stóran týdning fyri okkum sum tjóð. Eisini tá hugsað verður um mentanina, søguna og ikki minst ferðavinnuna.

Sagnir um Nykar eru kendar úr fleiri støðum kring landið. Søgnin er um, at ein Nykur, ein skapningur átøkur einum stórum hesti, har hógvarnir venda mótsattan veg, kemur upp úr vatninum og roynir at lokka børn og ungfólk upp á bakið á sær. Tá hetta eydnast, fer Nykurin aftur í vatnið við førninginum á bakinum.

Í eina tíð hevur ein áhugabólkur í Vágum arbeitt við at ítøkiliggera søgnina um Nykin á Vatninum.

Fleiri sagnir eru um Nykin.  Fyri at livandigera eina av hesum sagnum, skapa áhugan og sum eitt íkast til ferðavinnuna, eru fyrireikarnir í gongd at leggja síðstu hond á at gera eina standmynd av Nykinum niðri við Vatn.

Standmyndin er gjørd úr rustfríum stáli og verður góðar tríggjar metrar høg. Næmingarnir í skúlunum í Vágum, her ímillum 4. – 7. flokkarnir í Sørvágs skúla, koma at hjápa til at samla steinar, sum skulu fyllast í Nykin, og hetta verður við til at skapa heildina.

Nykurin kemur at standa nakrar metrar úti í vatninum. Hann kemur at standa ímillum Flúgvarabedingina og koyribrúnna til Vatnsoyrar.

Tískil skulu næmingarnir í hesum flokkum mánadagin 20. nov. verða tilreiðar og við skúlabyrjan, verða ílatin til samla steinar niðri á Flúgvarabedingini.

 

Um ikki viðrar mánadagin 20. nov., verður farið fyrst komandi góðveðursdag. 

 

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.