Náttúrubreytin

 

Hósdagin vóru næmingarnir, ið hava náttúrubreyt ein túr norðuri á Víkum og á Gáshólmi.

Tyrlan kom eftir teimum niðri á Breiðagrasinum, og fleyg tey norður á Víkar. Har hugdu tey seg um eina løtu og ótu matpakka.

Ein góðan tíma seinni kom tyrlan aftur og fleyg tey av Víkum og út á Gáshólm. Síðani fór tyrlumanningin á flogvøllin at skifta til bjarginartyrlu og kom út aftur á Gáshólm, har tey vórðu heysað upp.

Myndirnar hava Jón Eli Ole Jacobsen og Jóanes Nielsen, lærarar á náttúrubreytini, tikið.

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.