Fráboðan frá Alvalon

  Alvalon

                                     Summarið 2018

 

Í summar verður stongt í Alvalon í vikunum 29, 30, 31 og 32. Vit fara sum undanfarin ár at samstarva við Sóljugarð og Miðgarð. Í ár er tað Miðgarður, sum hevur opið.

Um tørvur er á ansing í vikunum 29-32, skulu foreldur/avvarðandi boða Claus A. Rasmussen, leiðara, frá í seinasta lagi 1. mei 2018.

Vit fáa ikki enn sagt, hvør ella hvussu nógv starvsfólk verða við úr Alvalon. Tikið verður støði í, hvussu nógv børn fara yvir í Miðgarð.

Børnini í elsta bólki eru útmeldað úr Alvalon 1. juli 2018. Juli mánaður er gjaldsfríur. Um onkur hevur tørv á ansing fram til viku 29, má boðast frá tí innan 1. mei. Vit skulu gera vart við, at tá skal gjaldast fyri hálvan juli mánaða.

Sørvágs kommuna hevur samtykt, at tað ber til at melda børn, ið ganga í 1.-3. flokki, í frítíðarskúlan Sýsluna. Tilmeldingarskjal er at finna á heimasíðuni hjá Alvalon www.alvalon.fo og á heimasíðuni hjá Sørvágs kommunu www.sorvag.fo. Tilmeldingarskjalið kann eisini fáast á stovninum.

Sýslan letur upp 16. august, tá ið skúlin byrjar aftur eftir summarfrí. Goldið verður fyri hálvan august mánaða.

Vinarliga

Leiðslan

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Ein heimasíða frá heini.fo | Síðan liggur hjá Siteground