Tiltak fyri næmingum í 7. flokki og foreldrum teirra

ssp logo

 

Góðu foreldur og næmingar í 7. flokki!

 

Ein góðan dag í viku 22 (28. 29. ella 30. mai), er ætlanin at hava eitt hugnakvøld fyri næmingum og foreldrum í 7. flokki á sandinum í Sørvági.

(Um tað verður vánaligt veður, verður tiltakið flutt inn í Høllina á Giljanesi)

Hetta er er eitt tiltak, sum SSP (skúli, sosialu myndugleikar og politi) skipar fyri í samband við tiltakið Ungur og lívið.

 

Á skránni verður:

  • Multigames, sum Ragnar í Haraldstovu skipar fyri
  • Gittarspæl/sangur
  • Bál o.a.

 

Til matna hava vit bílagt ein pylsuvogn. Tit eru hjartaliga vælkomin at taka te og kaffi við sjálv.
Tað er umráðandi, at barnið verður umboðað, og vit vilja fegin, at eitt ella bæði foreldrini luttaka.

 

G.G. Hetta er eitt hugnakvøld bert fyri foreldrum og næmingum í 7. flokki.

 

Vinarliga

SSP-bólkurin í Vágum

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Ein heimasíða frá heini.fo | Síðan liggur hjá Siteground