Lærarastørv og stuðulsstarv til skúlatilboðið Pallurin og stuðulstarv í Sørvágs skúla

Søkt verður eftir 2 lærarum og 1 námsfrøðiligum stuðli til serskúlatilboðið Pallurin í Sørvágs skúla og 1 námsfrøðiligum stuðli til Sørvágs skúla.

  • 1 lærara í tíðaravmarkað fulltíðarstarv skúlaárið 2018/19.
  • 1 lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2018/19. Setanarbrot 0,70.
  • 1 námsfrøðiligum stuðli í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2018/19. Setanarbrot 0.85 ella 1496 tímar. (Pallurin)
  • 1 námsfrøðiligum stuðli í fast starv við setanarbroti 0.60 ella 1056 tímar.

 

Frágreiðing um Pallin:

Tilboðið er eitt samstarv millum Sernám, MMR og skúlarnar í Vágum um at bjóða næmingum við avbjóðingum eitt nøktandi tilboð.
Ætlanin er at umleið 9 næmingar fara at ganga í hesum skúlatilboði. Í løtuni ganga 4 næmingar í skúlatilboðnum Pallinum.
2 lærarar og 1 námsfrøðingur verða settir í starv til at stimbra trivnaðin og lærdómin hjá hesum børnum. Starvsfólkini arbeiða í sjálvstýrandi toymum og skipa seg sjálv í samstarvi við allar partar. Í tøttum samstarvi við foreldrini, verður hetta nógum næmingum at gagni.

Lærarnir eiga at hava førleika at undirvísa í grunddeild, miðdeild og hádeild innan antin náttúrulærugreinar og/ella hugvísindalærugreinar.
Umsøkjarin skal hava læraraútbúgving og møguliga aðrar førleikar og arbeiðsroyndir.

 

Tey, ið sett verða skulu:

  • Vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð mótvegis næmingunum
  • Hava áræði at taka ábyrgd
  • Duga at samstarva í toymum
  • Duga at hugsa uttanfyri rammur – hugsa kreativt

 

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.

Lærarastørvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 - 29.2

 

Námsfrøðiligir stuðlar eiga at:

  • Vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð mótvegis næmingunum
  • Hava áræði at taka ábyrgd
  • Duga at samstarvs í toymum - PLF toymum
  • Duga at hugsa uttanfyri rammurnar - hugsa krativt

Umsøkjarin skal hava útbúgving innan økið og møguligar aðrar førleikar og royndir, ið eru viðkomandi fyri starvið.
Námsfrøðingarnir, ið settir verða, eru løntir sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki frá 11-20 og frá 1.okt. 2018 í lønarflokki 11-21.
Námsfrøðingar í sertilboði verða løntir í lønarflokki 13,15,17,19,21.

 

Nærri kunning um størvini kann fáast við at ringja til Jóhannis Joensen, skúlastjóra, á tel. 233221.

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til

Sørvágs skúla
Skúlavegur 13
380 Sørvági

This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 18.06.2018 kl. 12:00.

 


 

Í Sørvágs skúla ganga 182 næmingar í 1. til 10. flokki. 17 lærarar og 1 námsfrøðingur starvast í skúlanum.

Starvsfólk skúlans hava fyrireikingarhøli við egnum skriviborði og egnari farteldu.
Ein skúli við serbygdum tónleikahølum, svimjihøll, serhølum og samvirknum talvum. Skúlin er nýliga uppstigaður á øllum økjum. Vit arbeiða alsamt við at bjóða næmingunum fleiri undirvísingartilboð. Í hesum sambandi samstarva vit við hinar skúlarnar í vesturøkinum.
Eitt serskúlatilboð, Pallurin, er staðsett á skúlanum, Hetta til tess at allir næmingar í Vágum fáa nøktandi skúlatilboð. Tilboðið er ætla at hýsa um 9 næmingum, 2 lærarar og 1 námsfrøðingur eru knýtt at sertilboðnum.

 

Aðalmál: Fakligheit - kreativitetur - trivnaður

 

Virðisgrundarlag skúlans:

 

Eg vil - Eg dugi - Eg kann

Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum!
Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla!
Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi!
Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra!
Málið er læring, menning, trygd, og trivni. Áhugi elvir til læring.

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.