Lærarastarv í Sørvágs skúla

Søkt verður eftir 1 lærara í tíðaravmarkað fulltíðarstarv skúlaárið 2018/19 vegna farloyvi.

Okkum tørvar lærara, sum kann undirvísa í grunddeild og miðdeild.

 

Annars sóknast vit eftir lærara, sum kann undirvísa í:

  • Føroyskum
  • Donskum
  • Enskum
  • Støddfrøði
  • Náttúru og tøkni
  • Ítrótti
  • Svimjing
  • Handaverk og list
  • Lívfrøði
  • Kristni
  • Søgu
  • Landalæru

 

Tann, ið settur verður, skal:

  • vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð mótvegis næmingunum
  • hava áræði at taka ábyrgd
  • duga at samstarva í toymum
  • virka í professionellum lærandi felagsskapi (PLF)

 

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og førleika í viðkomandi lærugreinum.

 

Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.

Lærarastarvið eru lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 - 29.2.

Nærri kunning um størvini fáast við at ringja til Jóhannis Joensen, skúlastjóra á tel. 23 32 21.

 

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til:

Sørvágs skúli
Skúlavegur 13
380 Sørvágur

This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 04.07.18 kl. 12:00.

 


 

Í Sørvágs skúla ganga 182 næmingar í 1. til 10. flokki. 17 lærarar og 1 námsfrøðingur starvast í skúlanum.

Starvsfólk skúlans hava fyrireikingarhøli við egnum skriviborði og egnari farteldu.

Ein skúli við serbygdum tónleikahølum, svimjihøll, serhølum og samvirknum talvum.

Skúlin er nýliga uppstigaður á øllum økjum.

Vit arbeiða alsamt við at bjóða næmingunum fleiri undirvísingartilboð. Í hesum sambandi samstarva vit við hinar skúlarnar í vesturøkinum.

Eitt serskúlatilboð, Pallurin, er staðsett á skúlanum, Hetta til tess at allir næmingar í Vágum fáa nøktandi skúlatilboð. Tilboðið er ætlað at hýsa um 9 næmingum. 2 lærarar og 1 námsfrøðingur eru knýtt at serskúlatilboðnum.

 

Aðalmál: Fakligheit - kreativitetur - trivnaður

 

Virðisgrundarlag skúlans:

Eg vil - Eg dugi - Eg kann
Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum!
Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla!
Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi!
Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra!
Málið er læring, menning, trygd, og trivni. Áhugi elvir til læring

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.