Lærarastørv til serskúlatilboðið Pallurin í Sørvágs skúla

Søkt verður eftir 2 lærarum til eitt nýtt og áhugavert serskúlatilboð "Pallurin" í Sørvágs skúla.
Í nýggjum hølum eru menningarmøguleikarnir óavmarkaðir.

  • 1 lærara í tíðaravmarkað fulltíðarstarv skúlaárið 2018/19.
  • 1 lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2018/19. Setanarbrot 0,70 - men við møguleika til fulltíðarstarv.

 

Frágreiðing um Pallin:

Tilboðið er eitt samstarv millum Sernám, MMR og skúlarnar í Vágum, um at bjóða næmingum við avbjóðingum í skúlanum eitt nøktandi felagstilboð.

Ætlanin er at um 9 næmingar fara at ganga í hesum skúlatilboði. Í løtuni ganga 4 næmingar úr Skúlanum á Giljanesi og Sørvágs skúla í skúlatilboðnum.

2 lærarar og 1 námsfrøðingur verða settir í starv til at stimbra trivnaðin og lærdómin hjá hesum børnum. Starvsfólkini arbeiða í sjálvstýrandi toymum og skipa seg sjálvi í samstarvi við allar partar. Í tøttum samstarvi við foreldrini verður hetta nógvum næmingum at gagni.

Lærararnir eiga at hava førleika at undirvísa í grunddeild, miðdeild og hádeild innan annaðhvørt náttúrulærugreinar og/ella hugvísindalærugreinar.

Umsøkjarin skal hava læraraútbúgving og møguliga aðrar førleikar og arbeiðsroyndir.

 

Tey, ið sett verða, skulu:

  • Vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð mótvegis næmingunum
  • Hava áræði at taka ábyrgd
  • Duga at samstarva í toymum
  • Duga at hugsa uttanfyri rammur - hugsa kreativt

 

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.

Lærarastørvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 - 29.2.
Lærararnir, ið settir verða í serskúlatilboð, fáa umframt hetta eina serliga mánaðarliga viðbót.

Nærri kunning um størvini kann fáast við at ringja til Jóhannis Joensen, skúlastjóra, á tel. 23 32 21.

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til:

Sørvágs skúli
Skúlavegur 13
380 Sørvágur

This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi 5. juli 2018.

 


 

Í Sørvágs skúla ganga 182 næmingar í 1. til 10. flokki. 17 lærarar og 1 námsfrøðingur starvast í skúlanum.

Starvsfólk skúlans hava fyrireikingarhøli við egnum skriviborði og egnari farteldu.

Ein skúli við serbygdum tónleikahølum, svimjihøll, serhølum og samvirknum talvum.

Skúlin er nýliga uppstigaður á øllum økjum.

Vit arbeiða alsamt við at bjóða næmingunum fleiri undirvísingartilboð. Í hesum sambandi samstarva vit við hinar skúlarnar í vesturøkinum.

Eitt serskúlatilboð, Pallurin, er staðsett á skúlanum, Hetta til tess at allir næmingar í Vágum fáa nøktandi skúlatilboð. Tilboðið er ætlað at hýsa um 9 næmingum. 2 lærarar og 1 námsfrøðingur eru knýtt at serskúlatilboðnum.

 

Aðalmál: Fakligheit - kreativitetur - trivnaður

 

Virðisgrundarlag skúlans:

Eg vil - Eg dugi - Eg kann
Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum!
Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla!
Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi!
Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra!
Málið er læring, menning, trygd, og trivni. Áhugi elvir til læring

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.