Vísindavøka á ferð á Sørvágs bókasavni

visindavoka2017 orig 2745f

Vísindavøkan fer aftur á ferð í ár. Hetta verður í tíðarskeiðnum 17. til 26. september. Talan verður um fimm tiltøk kring landið, sum eru skipað eftir sama leisti.


Á hvørjum tiltaki verða tríggjar styttri framløgur við granskarum frá ymsu stovnunum kring landið. Hvør framløga verður bert hildin eina ferð, so møguleiki er at fara til fimm ymisk tiltøk.

Framløgurnar á Sørvágs Bókasavni eru mánakvøldið 24. sep. kl. 19:30:

Bergur Olsen, Havstovan: Um súlu og súluveiðu

Uni Árting, Fróðskaparsetrið: Um gosfjallið, sum nýliga er funnið á Vágoynni

Sámal Tróndur F. Johansen, Tjóðskjalasavnið: Løgmaður og Dorthea Wenningsted – Eitt stríð um makt og leysingabørn síðst í 1700-talinum

Tað verður eisini ein stutt kunning um gransking í Føroyum, um hvat gransking er, hvør granskar, hvat verður granskað og hví. Eisini verður okkurt tilfar at síggja og tosa um í kaffisteðginum

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.