Lesibólkurin

Lesibólkurin hevur lisið bókina Hungursbarnið. Tey hittast týskvøldið 29. januar kl. 18 í 10. floks stovuni at hyggja eftir filminum. 

hungurs bd246

Randarsól og Hanna, ið báðar ganga í 7. flokki ummæla bókina:

img 3083 eaf9d

Eitt sindur um Hungursbarnið, ið Cecil Bødker skrivaði, og Bjørg Matras Jensen týddi. 

Vit báðar halda, at Hungursbarnið er ein sera spennandi bók at lesa. Serliga tá ið man sjálvur situr heima og eingin larmur er. 

Bókin snýr seg um ein drong ið eitur Lárus. Lárus arbeiðir á einum bóndagarði. Hvønn dag fer hann sama veg við neytunum, og so ein dagin møtir hann einari gentu, sum eitur Tinka. Hon stendur bara brádliga framman fyri honum og mungar eftir hansara breyði. Tinka luktar illa og er ógvuliga skitin. Lárus gevur henni breyð og mjólk, og hann spyr hana, hvar hon býr. Tinka vil ikki siga, hvar hon býr, men so til endans noyðir Lárus hana at vísa honum. Tey fara heim til hana, og har er skitið og tað luktar illa. Men so sær Lárus, at mamma hennara liggur undir einum laki, og at hon er deyð. Tá verður hann bangin og rennur avstað. Tá Lárus sær Tinku aftur, tekur hann hana við sær heim, og hann fortelur matmóðurini alt. Tey vaska Tinku, og so koyra tey hana til nøkur fólk at búgva. Nakrir menn jarða mammu hennara og seta eld á húsini. Men Tinka rýmir, og hon finnur útav, at húsini eru brend. So hon fer bara til Lárus aftur. Matmóðurin er mega góð við Tinku, men tað er húsbóndin ikki. So hann koyrir hana til nøkur fólk, ið eru veruligu omma og abbi hennara. Hon uppførir seg ikki væl, tí hon vil heim aftur til matmóðurina. Og hesi fólkini eru ikki góð við hana, og senda hana til eina fátæka familju, ið eisini veruliga er familja hennara. Ein dagin kemur pápabeiggji hennara við einum vogni, ið skal koyra hana heim til matmóðurina. Tá Tinka kemur heim til teirra, verður matmóðurin orduliga glað. Hon elskar Tinku og sigur: "eingin skal taka hana frá mær aftur."

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.