Altjóða down syndrom dagur

Í dag, 21. mars, er altjóða down syndrom dagur, og hesum gjørdu vit eitt sindur burturúr í morgunløtuni. 

dowv1 963cf

 

Sum vanligt bóðu vit Faðir vár og sungu ein sang. Í morgun sungu vit "tey standa og vagga og tráa," sum snýr seg um ymiskleika millum dáa og øks. Í einum ørindi sigur dáin: "eg havi væl loyvi at liva her líka so væl sum tit."

Síðan greiddi Joan frá, hvat down syndrom er. DNA-ið í menniskjum hevur vanliga 23 kromosompør, men hjá teimum, ið hava downs, er tað 21. parið ein trio. 

down2 100e5

Anna Julia í 8. flokki segði eisini frá hvussu tað var, tá hon gjørdist stórasystir Hákunar, og hvussu tað er at eiga ein lítlan beiggja, sum hevur down syndrom. 

down3 a9b71

down4 a49d7

 

At enda kundu tey børnini, ið ynsktu tað, fáa blátt neglalakk í vinstra tummil.  

 down5 a3c72

 down6 daeaa

Starvsfólkini fingu eisini bláar negl.  

down7 daf0c

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.