Føroyameistarakapping í skúlaflogbólti

Mánadagin var 3. flokkur til føroyameistara kapping í skúlaflogbólti, og týsdagin var 4. flokkur til somu kapping.

 

Báðir flokkarnir fingu bronsuplássið.

Flogbóltssambandi skrivar at tað var sera javnt millum flokkarnar, men samanumtikið ein sera væleydnað kapping, har allir næmingarnir vóru á vøllinum.

 

Gjøgnum allan veturin hava Anna Fredriksen og Peter Morell, sum vóru við til at vinna Ársins Ítróttaátak, skipað fyri skúlakapping og venjingum í skúlaflogbólti runt alt landið og hetta var endin á vitjanunum á skúlunum henda veturin. 

Vit ynskja 3. og 4. flokki hjartaliga til lukku við 3. plássunum. 

3.flokkur 3b587

3. flokkur 

4.flokkur b2edf

4. flokkur 

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.