Lærarastørv í Sørvágs skúla

Søkt verður eftir 4 lærarum til Sørvágs skúla

  • Einum lærara í fast fulltíðarstarv frá 01.08.2019
  • Einum lærara í tíðaravmarkað fulltíðarstarv skúlaárið 2019/20
  • Einum lærara í tíðaravmarkað fulltíðarstarv skúlaárið 2019/20 vegna farloyvi
  • Einum lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2019/20 vegna lækkað tímatal, tímar til serligan tørv og til avlopstímar. Talan er um niðursett tímatal. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. september 2019.

 

Okkum tørvar lærarar, ið kunnu undirvísa í grunddeild, miðdeild og hádeild.

Vit sóknast eftir telduvørði, sum er røkin og nærlagdur, og eftir lærarum, ið kunnu átaka sær flokslærarauppgávuna.

Annars sóknast vit eftir lærarum, ið kunnu undirvísa í:
Føroyskum - donskum - enskum - støddfrøði - náttúru og tøkni - ítrótti - svimjing - handverki og list - lívfrøði - kristni - søgu - landalæru.

 

Tey, ið sett verða skulu:

  • Vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð mótvegis næmingunum
  • Hava áræði at taka ábyrgd
  • Duga at samstarva í toymum
  • Virka í læringsleiðslu

 

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og førleika í viðkomandi lærugreinum.

 

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.
Lærarastørvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 - 29.2.

 

Nærri kunning um størvini fáast við at ringja til Jóhannis Joensen, skúlastjóra, á tel. 233221.
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til Sørvágs skúla, Skúlavegi 13, 380 Sørvági - This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. - og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi hósdagin 20.06.19 kl. 12:00.

 


 

Í Sørvágs skúla ganga uml. 200 næmingar í 1. til 10. flokki.  Uml. 35 starvsfólk arbeiða í skúlanum.

Starvsfólk skúlans hava fyrireikingarhøli við egnum skriviborði og egnari farteldu.

Ein skúli við serbygdum tónleikahølum, svimjihøll, serhølum og samvirknum talvum. Skúlin er nýliga uppstigaður á øllum økjum. Vit arbeiða alsamt við at bjóða næmingunum fleiri undirvísingartilboð. Í hesum sambandi samstarva vit við hinar skúlarnar í vesturøkinum.

Eitt serskúlatilboð, Pallurin, er staðsett á skúlanum, Hetta til tess, at allir næmingar í Vágum fáa nøktandi skúlatilboð. Tilboðið er ætla at hýsa um 12 næmingum, 2 lærarar og 2 námsfrøðingar eru knýtt at sertilboðnum.

 

Aðalmál:

Fakligheit - kreativitetur - trivnaður

 

Virðisgrundarlag skúlans:

Eg vil - Eg dugi - Eg kann

Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum!
Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla!
Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi!
Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra!
Málið er læring, menning, trygd, og trivni.
Áhugi elvir til læring.

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.