Spæliliðið fingið prógv

Týsmorgunin var prógvhandan á skúlanum. Hetta var í sambandi við, at skúlin hevur havt spælilið. 

spælilið123 cd0e0

 

Næmingarnir vóru á skeið við skúlaársbyrjan, har teir lærdu, hvussu teir kundu standa fyri hesi uppgávu og fingu góð hugskot um, hvussu tú spælir við børn í 1., 2. og 3. flokki. Vibeke Michaelsdóttir, AKT-lærari í skúlanum virkar sum akkersfólk og hevur hjálpt næmingunum at skipa fyri.

Aimé Jacobsen, borgarstjóri, handaði prógvini og segði m.a. at endamálið við spæliliðnum er at skapa lív í fríkorterunum og at fáa næmingarnar at røra seg meir og vera kropsliga virknar í skúlagarðinum ella fimleikarhøllini. Men tað er ikki bara rørslan, sum hevur stóran týdning. Dentur verður lagdur á bæði rørslu og sosialan trivnað. Ein stórur partur av uppgávuni hjá tykkum í spæliliðnum er at skapað góðan trivnað. Tí tað at spæla saman, at hava tað stuttligt saman, tað, at øll sleppa at vera við og eingin er útihýstur, er sera umráðandi fyri trivnaðin. Tað er hetta, tit á spæliliðnum skulu skipa fyri, soleiðis at øll tey smáu hava tað stuttligt og kenna seg væl. 

 spælilið2 4fa2c

Aftast frá vinstru: Elias, Tóta, Laura, Elisa & Aimé

Fremst frá vinstru: Einar, Bára, Jákup & Randarsól. Hanna vantar á myndini.  

Takk fyri, tit á spæliliðnum og lærari tykkara, at tit hava tikið ábyrgd og átikið tykkum hesa uppgávuna í Sørvágs skúla, sum hevur stóran týdning fyri rørslu, felagsskapin og trivnaðin á staðnum.

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.