Lærarastørv og stuðulsstørv til skúlatilboðið Pallin í Sørvágs skúla

Søkt verður eftir 2 lærarum og 2 námsfrøðingum ella hjálparfólkum til serskúlatilboðið Pallin í Sørvágs skúla.

  • Einum lærara í fast fulltíðarstarv skúlaárið 2019/20.
  • Einum lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2019/20. Setanarbrot 0,60
  • Einum námsfrøðingi í fast starv skúlaárið 2019/20. Setanarbrot 0.85
  • Einum námsfrøðingi ella hjálparfólki í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2019/20. Setanarbrot 0,75.

 

Frágreiðing um Pallin:
Tilboðið er eitt samstarv millum Sernám, MMR og skúlarnar í Vágum, so at næmingar við avbjóðingum í fólkaskúlunum fáa eitt nøktandi skúlatilboð.
Í løtuni ganga 10 næmingar úr skúlanum á Giljanesi og Sørvágs skúla á Pallinum. Starvsfólkini arbeiða í sjálvstýrandi toymum og skipa seg sjálv í samstarvi við Sernám og leiðslur skúlana.

Lærararnir eiga at hava førleika í at undirvísa í grunddeild, miðdeild og hádeild innan antin náttúrulærugreinar og/ella hugvísindalærugreinar.

 

Tey, ið sett verða, skulu:

  • Vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð mótvegis næmingunum
  • Hava áræði at taka ábyrgd
  • Duga at samstarva í toymum
  • Duga at hugsa út um karmar - hugsa kreativt

 

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.
Lærarastørvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 – 29.2.
Námsfrøðingarnir ella hjálparfólkini, ið sett verða, eru lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri kunning fæst við at ringja til Jóhannis Joensen, skúlastjóra, á tel. 233221.

Umsóknir, við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum, skulu stílast til Sørvágs skúla, Skúlavegur 13, 380 Sørvágur - This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. - og vera skúlanum í hendi í seinasta lagi kl. 12:00 fríggjadagin 21.06.2019.

 


 

Í Sørvágs skúla ganga 182 næmingar í 1. til 10. flokki.  Uml. 35 starvsfólk arbeiða á skúlanum.

Starvsfólk skúlans hava fyrireikingarhøli við egnum skriviborði og egnari farteldu.

Ein skúli við serbygdum tónleikahølum, svimjihøll, serhølum og samvirknum talvum. Skúlin er nýliga uppstigaður á øllum økjum. Vit arbeiða alsamt við at bjóða næmingunum fleiri undirvísingartilboð. Í hesum sambandi samstarva vit við hinar skúlarnar í vesturøkinum.

Eitt serskúlatilboð, Pallurin, er staðsett á skúlanum, hetta til tess, at allir næmingar í Vágum fáa nøktandi skúlatilboð.

 

Aðalmál:

Fakligheit - kreativitetur - trivnaður

 

Virðisgrundarlag skúlans:

Eg vil - Eg dugi - Eg kann

Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum!
Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla!
Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi!
Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra!
Málið er læring, menning, trygd, og trivni.
Áhugi elvir til læring.

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.