Djóradagur

Í morgin, mikudagin 12. juni, verður djóradagur í skúlanum. Næmingarnir kunnu taka djór við í skúla hendan dagin.

djór cb749

Dagurin verður skipaður við verkstovum í lærugreinunum føroyskt, støddfrøði og lívfrøði. Næmingarnir fáa eitt hefti, við uppgávum at loysa, har teir skulu kanna djórini í skúlanum, umframt at teir skulu finna sær vitan á alnótini. 

Djórini verða býtt upp í sløg, har kettur vera í einari stovu, hundar í einari aðrari o.s.fr. 

Reglur fyri dagin:

  • djórið skal vera í bandi ella búri
  • ger djórið av sær, skal eigarin skal eigarin taka upp eftir tí
  • hevur barnið ikki 100% stýr á djórinum, má ein vaksin vera við

Møtt verður kl. 8:00, tó ikki næmingar, sum hava djór við, teir møta kl. 8:30

 

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.