Varaskúlastjóri til Sørvágs skúla

Tíðaravmarkað starv sum varaskúlastjóri í Sørvágs skúla

Søkt verður eftir varaskúlastjóra í tíðaravmarkað starv frá 1. nov. 2019 til 30. juni 2020. Starvið sum varaskúlastjóri er hálvtíðarstarv, meðan hin helvtin av starvinum er lærarastarv.
Í Sørvágs skúla eru 162 næmingar í 1. – 10. flokki umframt serskúlatilboðið Pallurin. Umleið 35 starvsfólk arbeiða á skúlanum.

 

Í Sørvágs skúla leggja vit dent á:

  • læring, menning, trygd og trivnað
  • eitt mennandi samstarv millum heim og skúla
  • at kveikja áhugan hjá næmingunum fyri læring
  • Talan er um eitt spennandi starv við nógvum skiftandi avbjóðingum, har tú saman við leiðslutoymi skúlans hevur námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans.

 

Arbeiðsuppgávur hjá leiðslutoyminum eru m.a.:

  • at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning
  • at fremja eina kveikjandi og mennandi starvsfólkaleiðslu
  • at virka fyri trivnaði og felagsskapsanda í skúlanum
  • at skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri samávirkan og samábyrgd
  • at røkja fyrisitingarligar uppgávur
  • umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum.

 

Persónligar dygdir hjá umsøkjarum eru:

  • góð leiðslu- og samstarvsevni, umframt mennandi leiðslustíl
  • vilja og evni at royna nýggjar leiðir, sum búgva skúlan til framtíðar krøv
  • áhuga fyri avbjóðingum og førleika at taka neyðugar avgerðir
  • góðan málførleika í skrift og talu, serliga í føroyskum

 

Starvsparturin sum varaskúlastjóri er flokkaður í lønarflokki 33.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal vera Eyð Niclasen, fyrbilsettum skúlastjóra, í hendi í seinasta lagi mánadagin 21. oktober 2019.
Umsóknin verður stílað til: This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it..

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Eyð Niclasen, settur skúlastjóri tlf. 233222.

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.