• 002
  • 003
  • 001
  • 004

Góð ráð til foreldur

  • Kennir tú hini foreldrini, viðførir tað betri samarbeiði og málini verða ikki slept!
  • Foreldrini eru týdningarmesta tilfeingi tá um skúlagongdina hjá barninum ræður!
  • Hevur tú jaligan hugburð til skúlan, ávirkar tað úrslitini hjá barninum!
  • Títt álit á egna fyrimynd og møguleika til ávirkan hevur týdning fyri barn títt!
  • Tá tú vísir áhuga, batnar trivnaðurin hjá barninum og hugurin til læring!
  • Tað hevur týdning, at tú tekur lut og metir um arbeiði hjá barninum!
  • Kjakast tú við barn títt, kveikir tú hug tess og menning!
  • Tekur tú eisini lut, gongur tínum barni betur í skúlanum!
  • Tú ert fyrsti og týdningarmesti lærarin hjá tínum barni!

 

Happing

Hví vilja vit hava ein happingarfrían skúla? 

Bert á einum happingarfríum skúla ber til at trívast! Vit læra bert, tá vit trívast! Og tá vit trívast er tað gott at vera til!   

Hvat er happing? 

Happing er tá ein ávísur persónur er fyri áhaldandi ágangi. Persónarnir eru ikki líka sterkir. Tann, sum líður undir hesum ágangi, hevur ilt við at verja seg og er hjálparleysur mótvegis teimum, sum fremja ágangin. 

Mannagongd  

Á okkara skúla hava vit eina mannagongd tá trupulleikar viðvíkjandi happing skulu loysast. Flokslærarin fær fyrstu fráboðanina. Flokslærarin tosar við teir næmingar og lærarar, sum hava við málið at gera. Leiðslan verður kunnað.  Flokslærarin roynir at loysa málið.  Flokslærarin og leiðslan seta seg í samband við foreldrini.  Leiðslan fer, saman við avvarðandi myndugleikum, víðari við málinum.      

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Ein heimasíða frá heini.fo | Síðan liggur hjá Siteground