• 002
  • 003
  • 001
  • 004

Happingarætlan

Hví vilja vit hava ein happingarfrían skúla?

Bert á einum happingarfríum skúla ber til at trívast! Vit læra bert, tá vit trívast! Og tá vit trívast, er tað gott at vera til!

 

Hvat er happing?

Happing er eitt sosialt fyribrigdi, har mong hava ábyrgd. Hon stingur seg upp í bólkum undir givnum umstøðum.

Vit hava øll felags ábyrgd.

Felagsskapurin hevur ábyrgd fyri at øll eru við og hoyra til felagsskapin. Ein "vit" mentan er aðalmálið í øllum viðurskiftum skúlans.

Happing kann vera kropslig, sálarlig, sosial, beinleiðis, óbeinleiðis, søgd við orðum og orðaleys.

 

Mannagongd

Á okkara skúla hava vit eina mannagongd tá trupulleikar viðvíkjandi happing skulu loysast. Flokslærarin fær fyrstu fráboðanina. Flokslærarin tosar við teir næmingar og lærarar, sum hava við málið at gera. Leiðslan verður kunnað. Flokslærarin roynir at loysa málið. Flokslærarin og leiðslan seta seg í samband við foreldrini. Leiðslan fer, saman við avvarðandi myndugleikum, víðari við málinum.

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Ein heimasíða frá heini.fo | Síðan liggur hjá Siteground