• 002
  • 003
  • 001
  • 004

Mannagongdir

Skúlabygnaður

Sørvágs skúli rúmar øllum skúlanæmingunum í Sørvágs kommunu.
Hann er nútímansgjørdur og lýkur øll nútímanskrøv.
Skúlaárið 2017/18 ganga 180 næmingar á skúlanum. 3 dagar um vikuna, tá 10. flokkur er í Sørvági, ganga yvir 200 næmingar á skúlanum.
Her starvast 18 lærarar, 2 námsfrøðingar, 4 húsavørðar, 4 vaskikonur og 1 skrivari.
Sørvágs Skúli er skipaður sum skúli við einum flokki á hvørjum aldurstigi.
Serflokkurin er skipaður saman við skúlanum á Giljanesi.
10. floks samstarvið við skúlan á Giljanesi heldur áfram.

  • Innskúling: 1.-3.flokk
  • Miðdeild: 4.-7.flokk
  • Framhaldsdeild: 8.-10. flokk

 

Møguleiki er í framtíðini at forskúli kann vera ein partur av skúlanum.

 

 

Nýggir lærarar

Við skúlaársbyrjan verður kunnandi fundur saman við leiðslu og lærarum. Høvið verður at bjóða nýggju starvsfeløgunum vælkomnum.
Stuttur kunnandi fundur verður hildin saman við leiðslu og starvsfólki, har kunnað verður um nýggju lærararnar. Høvið verður sjálvsagt her, at bjóða nýggju starvsfeløgunum vælkomnum.
Um ynski er, fær nýggi lærarin eitt akkersfólk at halda seg til fyrstu tíðina av starvstíðini.
Leiðslan tekur atlit til nýggja læraran fyrstu tíðina, við at veita honum sersømdir tvær tær fyrstu vikurnar. T.d. kann hann verða frítikin fyri garðvaktir og aðrar bundnar uppgávur.

 

 

Nýggir næmingar

Skúlans leiðsla heilsar uppá næmingin fyrsta dagin og bjóðar honum vælkomin.
Flokslærarin tekur so ábyrgdina av næminginum og kunnar hann um umstøðurnar og arbeiðsgongd á skúlanum.
Flokslærarin setur ein ella tveir næmingar at vera kontaktpersónar hjá nýggja næminginum.
Uppgávan hjá leiðslu, flokslærara, lærarum og næmingum er, at fáa nýggja næmingin at kenna seg væl, so læring og trivnaður kunnu eydnast.

 

 

Próvhandan

Próvhandan framyvir verður í Matarhøllin kl. 17.00-19.00.

Innihald:

  • Stjórin bjóðar vælkomin
  • Matur (Sjálvtøkuborð, bílagdur matur, næm. úr 8. og 9. flokki hjálpa til)
  • Tónleikaframførslur
  • Talur
  • Felagssangur
  • Próvhandan
  • Endi

 

Umsjónarmenn rigga til og rigga av. Næmingar í 8,9 flokki pynta, dekka borð og rudda av. Skrivarin hjálpir eisini til.

 

 

Fartelefonir

Fartelefonin verður sett í kassan inni í floksstovuni tá skúlagongdin byrjar.
Í ávísum tímum, við lærarans loyvi, kann fartelefonin brúkast sum undirvísingaramboð.
Verður henda regla ikki fylgd, verður fartelefonin tikin og kann avheintast á stjóraskrivstovuni, av foreldrum ella avvarandi.

Øll myndatøka og video upptøkur eru bannaðar í frikorterinum og í matarsteðginum.

Lærarar eiga ikki at brúka fartelefonina í tímunum, uttan so at hetta er í sambandi við undirvísingina.

 

 

Royking

Vit arbeiða fram ímóti at hava ein roykfrían skúla.
Næmingar eiga hvørki at roykja ella drekka á skúlans øki.
Brot á hesa mannagongd, verður tikið upp beinanvegin av leiðsluni.

 

 

Matur - matarsteðgurin

Sunnur kostur er grundarlagið undir góðari innlæring. Tí skal skúlin virka fyri, at sukur og feitt ikki er dagligur kostur hjá næmingunum. Næmingar hava ikki loyvi til at keypa bomm o.a. í skúlatíðini.
Matarhøllin er matarstaðið. Miðjað verður ímóti, at næmingar kunnu tekna seg til sunnan kost úr skúlakøkinum 2-3 ferðir um vikuna.
Matarsteðgurin er eftir 4. tíma og varðar í 15.min. Allir næmingar fara yvir í matarhøllina í matarsteðginum. Skúlastovurnar verða læstar í matarsteðginum.

Næmingarnir sita saman soleiðis:

  • 1.-3. flokkur
  • 4.-6. flokkur
  • 7.-9. flokkur

 

Ein lærari er bundin at hvørjum flokki í matarsteðginum, sambært skipan, ið verður gjørd við skúlaársbyrjan.
Næmingarnir sita við borðini og hvør ruddar upp eftir sær, tá farið verður frá borðinum. Ruskspannirnar standa klárar á ávísum støðum.
Næmingar kunnu tekna seg til mjólkaskipan og matarskipan.
Miðjað verður ímóti, at dunkar við køldum vatni verða settir upp ávísum støðum.

 

 

Fríkorter

Fríkorterini eru 10. min. eftir hvønn undirvísingartíma.
Tríggjar garðvaktir eru til hvørt fríkorterið, sambært skipan, ið verður gjørd við skúlaársbyrjan.

Garðvaktirnar standa soleiðis:

  • Í trappunum við útgongdina eystureftir
  • Í matarhøllini
  • Í gongini uttanfyri 1. -2. flokki
  • Í fimleikarhøllini (tá børn eru har)

 

Allir næmingar skulu vera á skúlans økið í fríkorterinum.
Allir næmingar skulu vísa sømiligan atburð.
Ynskiligt er, at næmingar altíð hava ymisk sansstimbrandi amboð bæði til innadurða og uttandurðaspøl.
Skúlagarðurin eigur at lúka øll nútímanskrøv. Hetta er eitt mál, skúlastýrið arbeiðir við.

 

 

Skúlagarðurin

Skúlagarðurin eigur at lúka øll nútímans krøv. Har eiga børnini at kenna seg trygg og eiga at hava alskins møgulleikar til leik og spæl. Tey eiga at kenna eina gleði at spæla í skúlagarðinum.
Børnini eiga eisini at sleppa at spæla smáspøl í matarhøllini. ( skúlin keypir bobb, fótbóltsspøl, kortspøl o.a.)

 

 

Kalendari

Leiðslan setur í kalendara, hvat verður stavnhaldið gjøgnum skúlaárið. Ein eksternur kalendari verður lagdur á heimasíðuna og ein internur lagdur á innhýsisstevnuna.
Leiðslan hevur sín egna innanhýsiskalendara.
Dagfesting verður gjørd fyri fundirnar. Talan er um námsfrøðiligar fundir og toymis-/ráðleggingarfundir.
Dagfestingar verða eisini gjørdar fyri royndir, aðrar fundir, tiltøk, verkætlanir, starvsvenjing o.a.
Javnan verða dagføringar gjørdar.

 

 

Morgunløtan

Kl. 09.40 hvønn morgun er morgunløta í matarhøllini. Allir næmingar á skúlanum samlast til eina andakt við bøn og sangi. Lærarnir, ið hava flokkin tíman áðrenn løtuna, ansa eftir og fylgja næmingunum oman til morgunløtuna.
Lagt er upp til at morgunløtan eisini er ein kunningarløta, har næmingar fáa nýggjastu kunningina um skúlagongdina o.a.
Hvønn fríggjadag, ella eftir ynski, er lagt upp til, at flokkar, ella næmingar sjálvir, saman við lærara skipa morgunløtuna. Annars skipar skúlastjórin morgunløtuna.
Merkisdagar kann morgunløtan brúkast sum upplýsingløta og hugnaløta.

 

 

Jólahald

Jólamánaðin hava eldru flokkarnir jólaroynd. Hinir flokkarnir hava lesiátak (lesiviku).
Stovurnar verða prýddar saman við flokslæraranum. Matarhøllin, gongirnar og vindeygu verða prýdd sambært einum árligum tema. Einglar, nissur, hjørtu, stjørnur v.m.
Morgunløturnar í jólamánaðinum: Næmingarnir kunnu hava eina morgunløtu. Tað kann vera sjónleikur, tónleikur, upplesing, sangur o.a.
Jólahaldið er hósdagin áðrenn jólafrí. Allir flokkar hava eina uppgávu: 6.flokkur spælir sjónleik. Annars hinir: tónleik, lucia, jólaevangeliið, bjóða vælkomin, gera klárt, pynta jólatræið, seta stólar upp, spæla jólamenn o.a.
Foreldur eru vælkomin. Tí kunna vit um jólahaldið í góðari tíð.
Framførslurnar vera fyribils í fimleikarhøllini. Men kaffi og prátið verður uppi í Matarhøllini.
Tað stendur lærarum frítt, at fara inn í stovurnar við næmingunum og foreldrunum. Her hava tey eina hugnaligaløtu saman, áðrenn øll fara heim.
Ynskiligt hevði verið um lærararnir kundu framført okkurt til jólahaldið. Eitt lærarakór hevði verið ein møguleiki.

 

 

Páskir

Vit arbeiða við páskaprýði, og morgunløturnar brúka vit til at greiða frá kristnu páskunum.

 

 

Grækarismessa

Onkra morgunløtu verður kunnað um okkara tjóðfugl, og vit syngja tjaldurssangir.

 

 

Flaggdagur

Ávísa morgunløtu kunna vit næmingarnar um merkið og syngja flaggsangin.
Um skúlin framhaldandi skal taka sær av flaggdagshaldinum, eiga lærarar at møta upp til haldið.

Mannagongd:

  • Umsjónarmenn gera klárt
  • Skrivstovan gevur boð, lýsir, ger kaffi til tey, sum framføra, prenta sangir, boðar tóleikarfelagnum, ríðingarfelagnum, skótum o.ø. frá
  • Skúlarnir í Vágum avgerða, hvør skal røða
  • Vit flyta tiltakið niðan í Matarhøllina
  • Skrúðgongan byrjar í skúlagarðinum
  • Gingið verður út til gamla Føroya Banka og heim aftur, runt kirkjugarðin til høvðusdyrnar
  • Lagt verður upp til, at børnini møta upp í ítrótta- ella skótabúnum
  • Er gott veður, kann haldið verða uttandurða.

 

 

Føstulávintshald

Haldið er føstulávintsmánadag, men um hesin dagur er lagdur til frídag, er haldið fríggjadagin undan føstu.
Smíðlærarin saman við húsavørðum og næmingum gera tunnurnar til. Eina lítla tunnu (ella fleiri) til 1.-4. flokk og eina størri tunnu til 5.-10. flokk. Tunnusláingin er í skúlagarðinum.
Vanlig skúlagongd er til tunnusláingin byrjar klokkan 09.30.
Heiðursgáva verður latin vinnarunum.
Tá tunnusláingin er liðug, er stuttur steðgur, og næmingarnir fáa frukt.
Eftir tað verður farið upp á gólv. Undan føstulávint hava næmingarnir lært seg ávíst kvæði. Eitt høvðuskvæði er fastur táttur. Annars eiga vit at kvøða tað "lætta" eisini.
Morgunløturnar eru góðar at venja í.
Ynskiligt var um øll komu grýluklødd til tunnusláing.
Øll eru hjartaliga vælkomin til tunnusláing. Kunngjørt verður fyri foreldrum o.ø.

 

 

Dagsbyrjan

Skúlin er opin klokkan 7 á morgni. Klokkan 07.50 er leiðslan í durunum. Næmingarnir stilla skógvarnar við høvðusinngongdina til skúlan og ganga inn til sína skúlastovu. Tá skúlaklokkan ringir byrjar undirvísingin. Næmingarnir eru eisini væl fyrireikaðir til dagin og hava etið ein góðan sunnan morgunmat. Klárt er nú til ein góðan skúladag.

 

 

Næmingafrávera

Ynskja næmingar frí, kann flokslærarin geva frí í 2 skúladagar. Ynskir um frí meira enn 2 dagar, skal avgreiðast í samráð við leiðsluna.
Ynskja foreldur, at næmingurin fær frí, er tað upp til foreldrini. Týdningamikið er tó, at lærarin sigur sína hugsan og boðar leiðslu og foreldrum frá hesari.

 

Serligar hendingar – grindaboð

Tá næmingar skulu eitthvørt, í grind, á fjall, til lækna o.a. eiga tey at hava loyvi frá foreldrunum. Foreldur boða skúlanum frá og skipa soleiðis fyri, at barnið verður avheintað í góðari tíð.
Samskifti gongur ígjøgnum flokslæraran.

 

 

Næmingaheimasíðurnar

Næmingaheimasíðurnar verða brúktar so nógv sum tilber. Lærarar geva fyri heima á heimasíðuni. Hvør flokkur hevur sína vikuætlan, sum lærarar brúka til boð og heimarbeiði.
Tað er eisini av týdningi, at næmingar saman við lærara leggja ymiskt viðkomandi út á heimasíðurnar, soleiðis at foreldur kunnu fylgja skúlagongdini hjá barni teirra.
Heimasíðan er ein týðandi partur í arbeiðinum at styrkja um sambandi millum heimið og skúlan.

 

 

Samstarv millum skúla og heim

Tað er av stórum týdningi fyri skúlagongdina hjá barninum, at heim og skúli draga somu línu – samstarva.

Skúlin hevur ábyrgd fyri innlæring næminga, men uttan hjálp frá heiminum er torført at røkka málunum. Skúlin eigur tí at vera opin fyri, at foreldur koma inn í skúlan og spyrja til skúlan. Hetta styrkir bæði fakliga og trivnaðarliga partin av skúlagongdini.
Í Sørvágs skúla hava vit ein felags foreldrafund í byrjanini av skúlaárinum. Seinni í skúlaárinum er foreldraviðtala við øll foreldur í flokkinum. Hetta skipar flokslærarin. Lærarnir, ið hava høvðuslærugreinar í flokkunum, eiga at møta til foreldrafundir og viðtalu hjá flokkinum.Møgulleiki er eisini fyri at hava fleiri viðtalur um neyðugt, ella um foreldur krevja tað.
Skúlin leggur eisini upp til, at flokslærarin saman við foreldraráðnum í flokkinum, skipar fyri felags trivnaðartiltøkum í flokkinum. Hetta fyri at skapa samanhald í flokkinum.
Skúlin eigur at vera opin fyri øllum. Tí skal skúlin virka fyri, at foreldur o.o. lokal fólk, vinnan o.a. verða drigin við í undirvísingarætlanir og í øllum dagligum virksemi.

 

 

Floksráð

Á fyrsta foreldrafundi, í september/oktober, velja foreldrini í hvørjum flokki trý foreldur í flokkinum í eitt floksráð. Í floksráðnum skulu bæði kynini vera umboðað.
Floksráðið verður valt fyri eitt ár í senn og velur sjálvt sín formann/kvinnu.

Uppgávurnar hjá floksráðnum eru:

  1. At hjálpa til við trivnaðinum í flokkinum.
  2. At hjálpa til við felags tiltøkum.
  3. Skapa samanhald millum foreldrini.
  4. Virka fyri, at foreldur átaka sær virknan lut í skúlans arbeiði.

 

Samskiftið millum floksráð og skúla gongur ígjøgnum flokslæraran.

 

Viðmerkingar:

Dentur skal leggjast á punkt 4, so ikki bert valda floksráðið, men øll forledrini, eru virkin.
Tá floksráðini eru komin at virka, verður skipað eitt aðalfloksráð við einum umboð úr hvørjum floksráð. Aðalfloksráðið skal verða ein samskiftismøguleiki og sambindingarlið millum floksráðini. Samskiftið millum aðalfloksráð og skúla verður gjøgnum skúlastjóran.
Hesar ætlanir og kunngerðir eru tøkar á SOR stevnuni:

 

 

Sor-lærarastevnan

Sor-lærarastevnan er innanhysisstevna, sum lærarar og leiðsla samskifta ígjøgnum innanhysis. Tað er týdningarmikið at vit lesa/hyggja hvønn dag um eitthvørt er vit skulu vita/kunnast um.
Ynskiligt er at lærarar nýta hesa stevnu so nógv sum gjørligt, sjálvt um facebook o.a. eisini verður brúkt.

 

 

Skúlastovurnar

Lærarin skal syrgja fyri, at skúlaborðið er ruddað áðrenn farið verður í fríkorter, so klárt er hjá næsta lærara at byrja sín tíma. Næmingarnir skulu ikki hava leikur frammi á borðinum í tímanum.
Eftir seinasta tíma, fer eingin út úr skúlastovuni fyrr enn alt órudd er tikið upp.
Sum heild eiga vit at leggja dent á, at tað er ruddiligt allastaðni á skúlanum.Vit eiga at minna næmingarnar á og vísa teimum, at tað hevur týdning fyri trivnaðin hjá okkum øllum, at tað er ruddiligt og hugnaligt í skúlanum og rundan um skúlan.

 

 

Røklaskipan

Ynskiligt er at hvør flokkur, saman við flokslærara, skipar eina røklaskipan. Tankin er at næmingar sjálvir ábyrgdast floksuppgávur og hava eftirlit við at avtalur verða hildnar. Hetta mennir næmingarnar til at taka ábyrgd.

 

 

Tekningarnar til skeiðini

Eftirútbúgving og skeiðsvirksemið eru liður í at menna starvsfólk á einum arbeiðsplássi. Leiðslan leggur upp til at vit her á Sørvágs Skúla halda okkara starvsfólk "up to date" og menna tey til at gera tey uppaftur betur til teirra arbeiði.
Vanligt er at nám bjóðar skeiðir út til lærarar hvørt hálvár. Ynskiligt er at lærarar tekna seg til viðkomandi skeiðir. Hetta tí at tað kann menna og opna eyguni upp fyri øðrum, enn tí ein tekst við dagligta. Eisini brýtur skeiðsdagur/dagar frá vanligu døgunum. Tað kann vera sunt fyri læraran.
Avmarkingar eru tó fyri hvussu nógv skeiðir hvør einstakur lærari sleppur á. Hetta er ein meting leiðslan tekur. Er onkur lærari, sum als ikki teknar seg til skeið, fær viðkomandi áheitan um at melda seg til ávís skeið, sum leiðslan metir eru viðkomandi fyri læraran.
Tá lærari er á skeið, verða vikartímar nýttir ístaðin.

 

 

Seturskúli

Flokslærarin ger sjálvur av, um, ella nær hann fer á seturskúla við flokkinum. Hann ger eisini av, hvussu ofta hann fer, men mælt verður til, at øll sleppa minst einaferð á seturskúla, meðan tey ganga í barnaskúlanum, t.v.s. frá 1.-7. flokk.
Leiðslan ger á hvørjum ári av, hvussu nógvan pening hon vil gjalda fyri hvønn næming og boðar lærarum frá hesum. Goldið verður bert fyri 1. seturskúla pr. flokk pr. ár. Skúlin ber kostnaðin fyri læraran.
Flokslærarin ger sjálvur av, hvussu leingi hann er á seturskúla, men mælt verður til at 3 dagar er toppurin.
Mælt verður til, at tað í mestan mun eru 2 lærarar við flokkinum á seturskúla.

 

 

Útferðir

Lærarin saman við leiðsluni avgera nær, og hvar teir fara dagstúr við sínum flokki. Túrarnir skulu í mesta mun hava samband við undirvísing - undirvísingargongd.
Skúlin kann gjalda ein part av dagstúrum. Hetta avgerð leiðslan saman við lærara.

 

 

Uttanlandsferðir

  • Leiðslan, saman við skúlastýrinum ynskir, at Ísland, Hetland, Noreg og Skotland eru aðalferðamál okkara
  • Innsamling av peningi skal ikki ganga útyvir skúlagongd og undirvísing
  • Allar uttanlandsferðir skulu hava ein undirvísingarligan leist
  • Allur peningurin skal helst vera samlaður inn áðrenn fráferð
  • Tað er ikki eitt krav at fara námsferð, men eitt val - lærarin avgerð sjálvur um hann vil

 

 

Evnisvikur

Evnisvikur skapa ein øðrvísi arbeiðshátt á skúlanum. Tí hava tær týdning fyri næmingin og læraran.
Miðjað verður ímóti at hava eina evnisviku hvørt skúlaár. Evnisvikurnar kunnu vera fyri allan skúlan ella skipað í árgangum.

 

 

Morgunbreyð

Lærarar skiftast um at stíla fyri morgunmati á lærarastovuni. Hvønn fríggjamorgun sita lærarar og hugna sær í teirra fríkorteri. Tó eiga vit at ansa eftir, at garðvaktir verða hildnar og at stundisliga verður møtt til tíma.

 

 

Undirvísingartímar

Undirvísingartímarnir eru 45 min. Ringiklokkan boðar frá nær fríkorter byrjar og endar. Lærarar og næmingar møta stundisliga til hvønn undirvísingartíma. Stundvísið er ein dygd.
Tímarnir verða lagdir í modul, soleiðis at næmingarnir hava 2. fylgjandi tímar í høvðuslærugreinunum.
Í øllum tímum skal vera undirvísingarfriður. Undirvísingin eigur at vera áhugaverd og leggja upp til at stimbra allar sansir hjá barninum.

 

 

Súkling

Loyvt er at súkkla í skúla frá 3. flokki. Kravið er tó at súkklan og næmingurin lúka ferðslutrygdarreglurnar. At súkklan er í góðum standi og at næmingurin nýtir hjálm.
Avgjørt er, at ikki er loyvt at súkkla í skúlatíðini. Men skúlin eigur at stuðla uppundir rørslu, tí verður henda mannagongd tikin upp aftur til viðgerðar, tá súkluteigar, breytir eru gjørdar í skúlagarðinum.

 

 

Matpakkin

Tað hevur týdning, at matpakkin er sunnur og góður. Góður kostur fremur læring. Flokslærarin eigur at kunna næmingarnar um týdningin av góðum matvanum. Eisini eiga foreldrini at verða kunnað um hetta.
Maturin, sum vit bjóða her á skúlanum eigur eisini at vera sunnur og góður. Tí er eisini bannað, at keypa "svans" í fríkorterunum.

 

 

Skófríur skúli

Vit ganga inni á leistum. Gestir nýta bláu skóleistarnar. Skóleistarnir skulu ikki nýtast til annað og eiga ikki at brúkast uttandurða ella sløðast uttanfyri.

 

 

Skúlagarðurin

Skúlagarðurin á Sørvágs skúla er ikki nøktandi í løtuni. Stremba verður ímóti, at skúlagarðurin er innbjóðandi til spæl í framtíðini.

 

 

Gróðurseting

Vanligt er at næmingarnir, sum byrja í 1. Flokki sleppa at planta eitt træ í part. Hetta er eitt tekin um, at nú er nakað nýtt byrjað í lívi teirra.
Plantingin verður saman við flokslærara og umsjónarfólki. Stuttligt er at síggja hvussu viðarvøksturin trívist runt skúlan.

 

 

Handaligar lærugreinar

Smið, handverk og list, tónleikur, motorlæra, køkur o.a. eru handaligar lærugreinar. Framsýningar og framløgur eru ein partur av lærugreinini. Vit eggja næmingum til at vísa tað tey hava gjørt. Framsýningarborð verða sett upp í Matarhøllini.
Lærarin skipar framsýningina saman við næmingum og húsavørðum.

 

 

Royndir

Sørvágs Skúli hevur skrivliga jólaroynd, páskaroynd og summarroynd. 8.,9.,10. flokkar eru til royndirnar.
Leiðslan samskipar saman við telduvørðinum royndirnar. Lærarar, sum hava 8.,9.,10. flokk ganga vakt ella taka aðrar tímar, sum tørvur er á.
Lærari, ið hevur royndarflokkar, flokkar, sum eru til starvsvenjing ella gera verkætlan, hava ikki frí, men hjálpa á skúlanum og lesa aðrar tímar.

 

 

Verkætlan

Verkætlan er krav í 8.,9.,10. flokki. Hesar leggja flokslærarin saman við leiðslu, tá ið best liggur fyri hjá øllum.
3. mánaðir undan verkætlan verður høvðusspurningurin valdur saman við næmingunum. Hetta skal flokslærarin syrgja fyri.
Sí: Mannagongdir at gera verkætlan.
Ynskiligt hevði verið, at vit gjørdu verkætlan á øllum aldurstigum. Tí miðja vit ímóti at læra næmingarnar á øllum aldurstigum verkætlanararbeiðsháttin.
Lærarar, sum hava flokkar, ið arbeiða við verkætlan, eru tøkir til undirvísing.

 

 

Starvsvenjing

Næmingar í 9 og 10 flokkunum eru í starvsvenjing hvørt skúlaár. Lesivegleiðarin skipar saman við næmingunum starvsvenjingina. Flokslærarin verður upplýstur um gongdina.
Leiðslan skal kunnast um starvsvenjingartíðina og gongdina annars.
Lærarar, sum hava flokkar í starvsvenjing eru tøkir til undirvísing.

 

 

Flokslærarin

Flokslærarauppgávan er ein sera tíðandi uppgáva í fólkaskúlanum.
Samb. Fólkaskúlalógini er flokslærarin bindiliðið ímillum heim og skúla. Flokslærarin skipar flokstoymið. Flokslærarin ábyrgdast fyri innlæring og trivnaði í flokkinum. Tí er tað av týdningi at henda uppgáva verður tikin í størsta álvara.
Leiðslan hevur tað endaligu námsfrøðisligu ábyrgdina. Og tí er tað hon, sum setur flokslæraran.
Flokslærarin eigur at virka fyri at øll í flokkinum trívast í skúlanum. Hann skal skipa eitt foreldraráð, sum saman við flokslæraranum skipar ymisk trivnaðartiltøk og skapar kjak um undirvísing og skúla.
Flokslærarin er altíð til at heita á, um spurningar viðkomandi flokkinum. Hann er bindilið ímillum flokk og førleikastovuna, leiðsluna, foreldrini, lærarar o.o.
Ein góður flokslærari er við til at skapa ein góðan skúla.

 

 

Førleikastovan

Førleikastova er á Søvágs Skúla. Í hesum hølum virka akt-lærarin og serlærarin.
Førleikastovan er sett á stovn, sum liður í at arbeiða við og loysa trivnaðarviðurskiftir og sertilboð til næmingar við serligum avbjóðingum.
Førleikastovan samstarvar við heilsusystir, lærarar og sernám. Leiðslan hevur javnan samband/fundir við førleikastovuna.

 

 

Heimasíður á FirstClass

Lærarar hava nú lættan møguleika gjøgnum FirstClass at geva boð til næmingar/foreldur. Ráðstevnurnar eru á skriviborðinum.
Enn hevur bert flokslærarin atgongd.

GG.: Ráðstevnan SOR verður nú høvuðssamskiftismiðil okkara.

Vinarliga sendi umbøn um bíleggingar av bókum og tilfari annars í telduposti til Eyð.

 

 

Happing

Hví vilja vit hava ein happingarfrían skúla?

Bert á einum happingarfríum skúla ber til at trívast! Vit læra bert, tá vit trívast! Og tá vit trívast er tað gott at vera til!

 

Hvat er happing?

Happing er tá ein ávísur persónur er fyri áhaldandi ágangi. Persónarnir eru ikki líka sterkir. Tann, sum líður undir hesum ágangi, hevur ilt við at verja seg og er hjálparleysur mótvegis teimum, sum fremja ágangin.

 

Mannagongd

Á okkara skúla hava vit eina mannagongd tá trupulleikar viðvíkjandi happing skulu loysast.

  • Flokslærarin fær fyrstu fráboðanina.
  • Flokslærarin tosar við teir næmingar og lærarar, sum hava við málið at gera.
  • Leiðslan verður kunnað.
  • Flokslærarin roynir at loysa málið.
  • Flokslærarin og leiðslan seta seg í samband við foreldrini.
  • Leiðslan fer, saman við avvarðandi myndugleikum, víðari við málinum.

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Ein heimasíða frá heini.fo | Síðan liggur hjá Siteground