• 002
  • 003
  • 001
  • 004

Næmingaráð

Flokkur:

 

Umboð:

 

Eykaumboð:

5. flokkur   Leif   Elin T.
6. flokkur   Hanna   Jákup
7. flokkur   Eydna   Tanja
8. flokkur   Tóra   Róar
9. flokkur   Jógvan Kári   Brandur
10. flokkur        

 

 

Viðtøkur fyri næmingaráðið í Sørvágs skúla

 

§1 Navn

Navnið á næmingaráðnum er "Næmingaráðið í Sørvágs skúla"

 

§2 Endamál

Stk. 1

Næmingaráðið hevur til uppgávu at arbeiða fyri áhugamálum hjá næmingum í skúlanum innan hesi øki:

  • Viðurskifti, ið hava við skúlagongdina at gera
  • Fysisku karmarnir á skúlanum
  • Sosial viðurskifti
  • Skúla-gerandidagurin

 

Stk. 2
Næmingaráðið hevur ikki rætt við at viðgerða persónsmál um lærarar ella næmingar.

 

 

§3 Skipan av næmingaráði

Stk. 1

Í næmingaráðnum eru eitt umboð og eitt eykaumboð úr hvørjum flokki frá 5.-10. flokk.

 

Stk. 2

Leiðsla skúlans hevur eitt umboð í skúlastýrinum. Uppgávan hjá leiðsluni er at vegleiða næmingunum í nevndararbeiðnum. Leiðslan hevur ikki atkvøðurætt í næmingaráðnum.

 

Stk. 3

Næmingaráðið skipar seg við formanni, næstformanni, skrivara, og vanligum limum.

 

Stk. 4

Næmingaráðið kann seta smærri arbeiðsbólkar, at arbeiða við ítøkiligum málum og uppskotum, ið síðani kunnu leggjast fram fyri ráðið.

 

Stk. 5

Næmingaráðið skal minst eina ferð árliga, koma á skúlastýrisfund at geva eina frágreiðing um virksemi hjá næmingaráðnum. Næmingaráðið kann eisini leggja uppskot fram fyri skúlastýrið.

 

Stk. 6

Næmingaráðið er viðtøkuført, um minst 2/3 av limunum eru til staðar á fundinum.

 

 

§4 Val

Stk. 1

Val til næmingaráðið er skjótast gjørligt eftir at nýtt skúlaár er byrjað. Tó skal valið verða hildið í seinasta lagi, tá ið heystfrítíðin byrjar. Nýggja næmingaráðið tekur við beinanvegin eftir valið.

 

Stk. 2

Leiðsla skúlans skipar fyri valinum til næmingaráðið.

 

 

§5 Fundir í næmingaráðnum

Stk. 1

Fundir skulu verða í næmingaráðnum minst fýra ferðir um árið.

 

Stk. 2

Næmingaráðið skrivar fundarfrágreiðing til hvønn fund. Fundarfrágreiðingin skal verða tøk til allar næmingar skúlans.

 

Stk. 3

Allir fundir í næmingaráðnum skulu hava eina dagsskrá. Formaðurin ger hesa dagsskrá, og kunnar hinar limirnar um hana, seinast 3 dagar fyri fundin.

 

Stk. 4

Allir næmingar skúlans kunnu koma við punktum til dagsskránna hjá næmingaráðnum. Hesi skulu verða formanninum í hendi, minst eina viku undan fundinum.

 

Stk. 5

Formaðurin leiðir skúlastýrisfundirnar í samráð við leiðsluumboðið. Um formaðurin ikki er til staðar, leiðir næstformaðurin fundin.

 

Stk. 6

Fundarleiðarin hevur ræt til at burturvísa limir av fundi, um hesir sýna óhøviskan atburð.

 

 

§6

Broytingar í viðtøkunum skulu góðkennast av skúlaatýrinum og av minst 2/3 av næmingaráðnum.

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Ein heimasíða frá heini.fo | Síðan liggur hjá Siteground