• 002
  • 003
  • 001
  • 004

Sorgarætlan

Um næmingur er leingi burtur vegna sjúku ella annað:

  • Skúlastjórin ella flokslærarin hava ábyrgdina av at tosa verður við heimið
  • Skúlastjórin ella flokslærarin kunnar starvsfólk, floksfelagar
  • Um stig verða tikin til tiltøk skipa skúlastjórin ella flokslærarin/toymið fyri

 

Um avvarðandi hjá næmingi verða rakt av álvarsamari sjúku, vanlukku ella deyða:

  • Um boðini koma á skúlan, og avvarðandi ikki sjálvi kunnu geva barninum boðini verður mælt til, at skúlastjórin og flokslærarin geva boðini á hóskandi stað
  • Mælt verður til, at næmingurin fær umstøður at sissa seg, fær umsorgan og ikki er einsamallur ella fer einsamallur heim
  • Um avvarðandi sjálvi koma á skúlan at geva boðini, verður sama mannagongd fylgd
  • Eru fleiri systkin á skúlanum, verður sama mannagongd fylgd
  • Skúlastjórin/flokslærarin kunnar starvsfólkini
  • Flokslærarin kunnar floksfelagar og funnið verður fram til, hvussu næmingurin kann stuðlast, t.d. jarðarferð, vitjan í heiminum, skúlaarbeiði o.a.
  • Skúlastjórin/flokslærarin meta um, nær og um neyðugt er at tosa við heimið um skúlagongdina framyvir
  • Skúlin kann senda heilsan, blómur, krans
  • Møguliga kann flokkurin senda kort/brøv heim til rakta næmingin
  • Flokslærarin kann fara á heimavitjan
  • Flokslærarin fyrireikar hinar næmingarnar um, hvussu teir eiga at fara við tí rakta næminginum
  • Tá ið næmingurin kemur aftur í skúla eigur flokslærarin at taka hond um næmingin
  • Skipast kann fyri, at rakti næmingurin sigur frá tankum og kenslum, fær spurningar frá hinum
  • Bæði áðrenn og eftir, at rakti næmingurin kemur í skúla, ber til at viðgera evnið Deyðin. Spyr bókavørðin um tilfar, bøkur, bond
  • Lærararnir, ið eru um flokkin, mugu vísa tolsemi, fyrilit og umhugsni
  • Tilbúgvingartoymið kunnar viðkomandi lærarar um langtíðarárin, tá børn/ung verða rakt av kreppu og sorg
  • Um næmingurin sær út til at hava tørv á sálarfrøðiligari hjálp, kann skúlin – saman við foreldrunum – taka stig til hetta

 

Um næmingur doyr:

a. Um næmingur hevur verið leingi sjúkur:

  • Skúlastjórin ella flokslærarin kunnar starvsfólk og floksfelagar
  • Tímatalvan verður broytt soleiðis, at flokslærarin/toymið kann vera um flokkin
  • Ljós verður tendrað á plássinum hjá tí deyða
  • Tá øll hava fingið boð, verður flaggið vundið á hálva stong
  • Áðrenn næmingarnir fara heim, kann vera neyðugt at tryggja sær, at onkur, ið veit um støðuna er heima og tekur ímóti
  • Skúlastjórin, flokslærarin, toymið, prestur skipa fyri minningarhaldi. Umráðandi at foreldrini eru vitandi um hetta
  • Støða takast til, um skúlagongdin skal halda fram eftir minningarhaldið ella ikki
  • Til minningarhaldið skulu floksfelagarnir hava møguleika at minnast tann deyða á sín hátt. T.d. við sangi, minningarorðum, myndum, tekningum e.ø.
  • Flokslærarin/toymið/foreldrini taka støðu til, um vitjast skal í heiminum hjá tí deyða
  • Flokslærarin/toymið/foreldrini taka støðu til, um næmingarnir skulu síggja tann deyða
  • Skúlin/flokkurin sendir heilsan/krans
  • Flokkurin og flokslærarin/toymið eru við til jarðarferðina og ervið

 

b. Um næmingur doyr brádliga:

  • Fer hendingin fram í umhvørvi skúlans, skal hjástaddi lærarin beinanvegin seta seg í samband við, lækna, alarmsentralin, heimið og leiðslu skúlans
  • Skúlastjórin kunnar starvsfólk um, hvat farið er fram
  • Flokslærararnir kunna flokkarnar um, hvat farið er fram
  • Tá øll hava fingið boð, verður flaggið vundið á hálva stong
  • Flokslærarin metir um støðuna og tryggjar sær, at eingin er einsamallur, ið tørvar hjálp
  • Áðrenn næmingarnir fara heim, kann vera neyðugt at tryggja sær, at onkur er heima og tekur ímóti
  • Skúlastjórin, flokslærarin, toymið, prestur skipa fyri minningarhaldi
  • Støða takast til, um skúlagongdin skal halda fram eftir minningarhaldið ella ikki
  • Til minningarhaldið skulu floksfelagarnir hava møguleika at minnast tann deyða á sín hátt. T.d. við sangi, minningarorðum, myndum, tekningum e.ø.
  • Flokslærarin/toymið/foreldrini taka støðu til, um vitjast skal í heiminum hjá tí deyða
  • Flokslærarin/toymið/foreldrini taka støðu til, um næmingarnir skulu síggja tann deyða
  • Skúlin/flokkurin sendir heilsan/krans
  • Flokkurin og flokslærarin/toymið eru við til jarðarferðina og ervið

 

c. Tiltøk í skúlastovuni:

  • Seta mynd av tí deyða á borðið í skúlastovuni, har hann/hon sat. Myndin verður standandi skúlaárið út
  • Fyrstu tíðina setir flokslærarin eina løtu av hvønn dag, soleiðis, at floksfelagarnir kunnu bera fram minnir og hugleiðingar. Hetta kann gerast munnliga, skrivliga ella við tekningum
  • Tekna myndir, skriva brøv/samkenslubrøv/samkenslubók. Møguliga geva foreldrunum hjá tí deyða hesi
  • Skriva minningarorð, ið møguliga kunnu setast í bløðini og verða givin foreldrunum hjá tí deyða

 

d. Tiltøk framyvir

  • Á føðingardegnum hjá tí deyða verður ljós tendrað í floksstovuni
  • Á føðingardegnum hjá tí deyða vitjar flokkurin og flokslærarin á grøvini
  • Lærararnir, ið eru um flokkin mugu vísa tolsemi, fyrilit og umhugsni
  • Tilbúgvingartoymið kunnar viðkomandi lærarar um langtíðarárin, tá børn/ung verða rakt av kreppu og sorg

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Ein heimasíða frá heini.fo | Síðan liggur hjá Siteground