• 002
  • 003
  • 001
  • 004

Tilbúgving

Tilbúgvingarætlan

 

Ring til alarmsentralin: Ring tlf. 112. Tú kanst fara til nærmastu telefon. Um hetta er ein korttelefon, kann hon brúkast uttan kort. 

Tú skalt upplýsa:

·         hvat er áfatt 

·         hvar eldur er í 

·         hvussu nógv eru í vanda 

·         hvør tú ert 

·         hvaðani tú ringir 

 

Harnæst: 

Byrja eftir rýmingarætlanini at flyta tey burtur, sum eru í vanda. Royn at sløkkja eldin og at lata hurðar og vindeygu aftur. Um einki er at gera, far út! Greið løgreglu og sløkkiliði frá støðuni, tá hesi koma á staðið.

Rýmingarætlan

Fólk, sum eru í vanda av royki og eldi, skulu út.

Leiklutur lærarans: 

Far stillisliga út úr skúlastovuni. Síggj til, at øll koma út og saman fara til savningarstaðið. Lat vindeygu og hurðar aftur, tá farið verður úr skúlastovuni. Slepst ikki út úr stovuni ella skúlanum, lat hurðarnar aftur og royn at geva boð við at fara til vindeyguni.

Leiklutur skúlastjórans: 

Kannar saman við lærarunum, um allir næmingarnir eru komnir út.

Rýmingarleiðir: 

Farið til nærmastu úthurð!

 

Savningarstøð: 

Øll í skúlanum møtast í Gamla Skúla.

Tekning yvir rýmingarætlanina hongur inni í hvørjum høli á hurðini ella beint við síðuna av.

 

Terrorætlan

Tað kunnu eisini henda ræðuleikar av hesum slag á einum skúla.

Mannagongdin er:

·         boða frá 112 beinanveg

·         flýggja

·         um tað er ov seint at flýggja, goym teg.

 

 

 

 

 

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Ein heimasíða frá heini.fo | Síðan liggur hjá Siteground