Nú Løgtingið ger seg inn á verkfalsrættin hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrartøktarfrøðingar, verður við hesum boðað frá, at sáttmálasettu limir Føroya Lærarafelags fara í samhugaverkfall frá fríggjadegnum 3. november 2023 kl. 7.00 til fríggjadagin 3. november 2023 kl. 17.00.

Verkfallið er galdandi fyri limir, sum starvast í fólkaskúlanum.

Verkfallið umfatar ikki tænastumenn, skúlastjórar, varaskúlastjórar, fyrstilærarar, lærarar í forskúlum og lærarar í serflokkum.

Sostatt møta starvsfólk og næmingar á serskúlatilboðnum Pallinum sum vanligt.

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands
Tel. +298 363222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.