Kunning um jóladagarnar 18. - 20. des. 2023

Mánadagin 18. des.

Næmingarnir eru í skúla frá kl. 8:00-11:35.

Hugni í floksstovuni. Klokkan 10:30 verður jólasangløta í Marghøllini. Jólamenninir vitja.

Frítíðarskúlin letur upp kl. 11:30.

 

Týsdagin 19. des.

Jólahald í fimleikarhøllini kl. 17:00. Øll eru vælkomin.

Frítíðarskúlin letur upp kl. 11:30.

 

Mikudagin 20. des.

Kirkjugongd kl. 10:00

Aftaná fáa 7.-10. flokkur støðumet í floksstovuni.

Teir næmingar, ið skulu í frítíðarskúla, kunnu fara niðan á skúlan saman við læraranum eftir gudstænastuna.

Frítíðarskúlin letur upp kl. 11:30.

 

Skúlagongdin byrjar aftur mikudagin, 3.januar 2024, kl. 8:00.

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands
Tel. +298 363222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.