Pallurin hevur skrivað søgu í dag 22. januar 2024.
Vit eru fyrsta skúlavitjanin, ið Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur havt.

 

Vit vóru fyrst á kontórinum og altanuni hjá landsstýrismanninum. Eisini fingu vit loyvi at sita í hansara arbeiðsstóli. Síðani fóru vit á fund; landsstýrismaðurin greiddi okkum frá, hvat tey arbeiða við, og at meiningin hjá børnunum er týdningarmikil.

Børnini settu undrandi spurningar og greiddu frá, hvat tey hildu var gott við skúlanum og eisini, hvat tey halda krevur bata. Eisini gjørdi onkur av børnunum avtalu við Djóna um at taka við landsstýrisessinum - spennandi verður.

 

 

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands
Tel. +298 363222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.