Lærarastarv í Sørvágs skúla

Søkt verður eftir lærara í tíðaravmarkað starv frá 18.11.2019 til 26.06.2020.
Setanarbrotið er 0,75 ella áleið 18 tímar, sum eru avlopstímar.
Okkum tørvar lærarar, ið kunnu undirvísa í miðdeild og hádeild.

 

Tann, ið settur verður skal:

  • vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð mótvegis næmingunum
  • hava áræði at taka ábyrgd
  • duga at samstarva í toymum
  • virka í læringsleiðslu

 

Førleikakrøv

Læraraútbúgving og góð samstarvsevni.
Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.
Lærarastarvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 – 29.2.

 

Umsóknir

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Eyð Niclasen, skúlastjóra, á tel. 233222. Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til:

Sørvágs skúli
Skúlavegur 13
380 Sørvágur

ella This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15.11.2019 kl. 18:00.

Í Sørvágs skúla ganga uml. 200 næmingar í 1. til 10. flokki. Uml. 35 starvsfólk arbeiða í skúlanum.
Tú kanst lesa meira um skúlan á heimasíðu okkara sorvagsskuli.fo.

 


Virðisgrundarlag skúlans

Eg vil - Eg dugi - Eg kann
Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum!
Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla!
Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi!
Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra!
Málið er læring, menning, trygd, og trivni.
Áhugi elvir til læring.

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.