Mánadagin 16. des. og týsdagin 17. des. er vanlig skúlagongd.

jol 37d09

 

Mikudagin 18. des. eru flokslærararnir saman við sínum flokkum kl. 8:00 - 9:35. Flokslærararnir kunna sínar flokkar um hetta seinni. Klokkan 10:00 verður almenn jólasangløta í Marghøllini. 

Skúlagongdin endar kl. 13:35

Hósdagin 19. des. verður jólahald í fimleikarhøllini kl. 17:00. Foreldur og avvarðandi eru vælkomin við. Eingin skúlagongd er hósdagin. 

Fríggjadagin 20. des. verður kirkjugongd við Marjuni í Kálvalíð kl. 9:00. Foreldur og avvarðandi eru vælkomin við. 

Eftir kirkjugongdina fáa 7. - 10. flokkarnir støðumet í flokshølunum, og hinir flokkarnir hava jólafrí. 

Teir næmingar í 1. - 3- flokki, ið skulu í frítíðarskúla, koma niðan aftur í skúlan og vera í floksstovuni saman við lærarunum. 

Frítíðarskúlin letur upp kl. 11:30 hesar dagarnar. 

Skúlagongdin byrjar aftur mánadagin 6. januar. 

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.