Stuttsøgukapping

Næmingar í 4. - 7. flokki kunnu lata stuttsøgu inn og soleiðis vera við í kappingini um at gerast besti rithøvundur í skúlanum.

stuttsøgukapping 9f827

Vinningurin er filmur og poppkornmenu fyri tvey frá Havnar Bio.

Stuttsøgan skal vera millum 1 og 2 síður til longdar, og hon skal ganga fyri seg í okkara tíð. Tú gert sjálv/ur av, hvat søgan snýr seg um.

Tú skalt skriva við Times New Roman, skriftstødd 12 og hava 1,5 millum linjurnar.

Minst til at skriva navn á skjalið, so at vit vita, hvør eigur søguna.

Søgan skal sendast til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Viðmerkið: stuttsøgukapping 2020

Freistin at senda inn er fríggjadagin 21. februar kl. 24:00 

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.