Kunning frá skúlaleiðsluni

 

4ba5aa467d2f53b51bfc4bf1a9b014cc3c2985fb w1152 h0 fs ddff9

 Góðu foeldur

 Uttanríkis- og Mentamálaráðið boðar frá, at avgjørt er, at avgjørt er, at allir næmingar í fólkaskúlanum skulu vera heima við hús skjótast til ber og í seinasta lagi frá mánadegnum 16. mars 2020.

Tí verður eingin skúlagongd í morgin, fríggjadagin 13. mars og fyribils til og við fríggjadagin 27. mars. 

Mælt verður til at vísa størsta varsemi og at taka tey atlit, mynduleikarnir mæla til, í álvara. Støðan krevur av okkum øllum, at vit eru serliga umhugsin og ábyrgdarfull komandi dagarnar. 

Í hesi kreppustøðu, ið allur heimurin er komin í, verður neyðugt, at ávís starvsøki halda fram ótarnað. Her er talan um m.a. heilsuverkið, eldraaøkið, løgregluna, tilbúgvingina og innan ávísar vinnur. Hesi starvsfólk mugu røkja sínar arbeiðsligu skyldur, og tað kann geva avbjóðingar viðvíkjandi ansing. 

Skúlin hevur tí opið í neyðugum vavi fyri børnum í 1., 2. og 3. flokki, har eingin onnur ansing er møgulig. Hendan serskipan er bara galdandi hjá teimum børnum, hvørs foreldur starvast á serliga avgerðandi økjum, og sum ongan møguliga hava fyri ansing annars. 

Hesi foreldur mugu venda sær til leiðslu skúlans við grundgeving fyri, hví tørvur er á hesum tilboði í seinasta lagi fríggjadagin 13. mars kl. 13 á teldupost This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Skúlans skylda í hesum sambandi er frá kl. 8:00 og til middags, tá ið frítíðarskúlin tekur yvir. 

Um broytingar koma fyri, verður kunnað um hetta á heimasíðu skúlans.

Skúlin hevur skipað fyri beinleiðis telefonlinju at svara spurningum frá foreldrum og avvarðandi at næmingum, ringjast kann til:

Eyð Niclasen, 233222

Mariann á Válinum, 233224

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.