Leiðsla skúlans hevur avgjørt, at várroyndirnar í komandi viku verða gjørdar heima. Vit fylgja tíðarætlanini.

Hava næmingar tørv á at læna teldu frá skúlanum, kunnu tey senda teldupost til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it..

Næmingarnir kunnu lána roknihandbók og mállærubók heim við, umframt at tær eru tøkar á netinum. Innføringspappír til greiðslurokningina fáa tey eisini heim við.

Alt hetta kann fáast á skrivstovu skúlans í morgin, fríggjadagin klokkan 10-12.

Vit vilja heita á foreldur ella avvarandi um, ikki at hjálpa næmingunum við royndunum. Um ivamál eru um uppgávuna, kunnu næmingarnir ringja til læraran í lærugreinini. Telefonnummar hjá lærarum er at finna á heimasíðu skúlans.

Um trupulleikar eru við at rita inn, ella tøkniligir trupulleikar og ivamál eru, ber til at seta seg í samband við KT-vørð skúlans, Heina Tavsen tlf. 787 787.

Allar royndirnar verða gjørdar á roynd.skulin.fo og vel WISEflow. Hesa skipan hava næmingarnir brúkt áður.

Royndin í greiðslurokning skal gerast á pappír. Tá ið royndin er liðug taka næmingarnir mynd av uppgávuni, og uploada hesar til wiseflow-royndina. Um tey ikki finna útav hesum, kunnu tey senda hana við telduposti til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Næmingar, ið eru til roynd eftir serligari fyriskipan, fáa eyka tíð sum vanligt.

 

Mannagongdir fyri skrivligar royndir/próvtøkur

Tíðarkarmar fyri várroyndina 2020

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233222/233224 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.