Konfirmatiónirnar

konfirmatin

Skriv er komið frá Dómpróstinum til prestarnar viðvíkajndi fermingini í vár. Orsakað av tilmælum og fyrivarni í mun til Corona smittuna, sum nú hevur steðgað allari vanligari kirkjugongd og undirvísing kring landið, verður mælt til at útseta fermingina í vár til í september í ár. 

 

Vit, sóknarprestarnir í Vága prestagjaldi, hava tosað við allar kirkjuráðsformenn og -kvinnur, um at áseta dagarnar fyri permingina til 13. og 27.09.2020.

Um tit hava spurningar hesum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at skriva til okkara á t-postar: Inga Poulsen Dam, This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. og Marjun í Kálvalíð, This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Blíðar heilsur og Guðs signing 

Marjun í Kálvalíð og Inga Poulsen Dam

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.