Sorvagsskuli

Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at fyribils verður eigin skúlagongd fyrr enn eftir páskir. Sostatt møta næmingar fólkaskúlans ikki í skúlanum í meira enn fýra heilar vikur.

Hvussu verður eftir páskir, veit eingin enn.

Vit halda tí fram við heimaundirvísing, sum verður skipað á heimasíðunum hjá einstøku flokkunum. 

Arbeiðsuppgávan liggur á tykkum heima, nú øll undirvísing verður skipað sum heimaundirvísing.

Umstøðurnar eru ymiskar, og eisini er ymiskt, hvussu sjálvstøðugt næmingar megna at arbeiða.

Nøkur hava góða tíð og møguleikar at hjálpa sínum børnum við heimaarbeiði.

Tað hevur týdning at halda næmingunum til og hava eitt ávíst reglusemi í skúlaarbeiðinum, men okkara ætlan er ikki at tyngja gerandisdagin óneyðugt.   

Á snar.fo finna tit fjølbroytt tilfar til allar aldursbólkar og lærugreinar.

Nú skúlin er stongdur, ber til at venda sær til lærarar skúlans í skúlatíð.

Vónandi koma vit væl ígjøgnum hesa serligu tíð og kunnu byrja regluliga skúlagongd aftur.

Vegna Sørvágs skúla vil eg senda tykkum øllum bestu heilsur!

Eyð Niclasen, virkandi skúlastjóri

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.