Góðu foreldur og næmingar !
Skúlin hevur nú verið stongdur í trýggjar vikur.
Hesar seinastu vikurnar hava verið serligar, Undirvísingin varð frá degi til dags flutt út úr skúlanum og inn í tykkara heim. Hetta hevur verið avbjóðandi fyri allar partar.
Frá skúlanum vilja vit fegin takka tykkum fyri gott samstarv og ynskja tykkum einar gleðiligar páskir.
Nærri kunning um undirvísing verður løgd á flokssíðurnar hjá Sørvágs skúla mikudagin 15. apríl.
Leiðslan