Flokkarnir eru býttir sundur soleiðis, at næmingarnir ongantíð koma í samband við hvønn annan.
Skúlin letur upp kl. 07:50. Lærarin tekur ímóti næminginum og vísir honum sítt pláss í skúlastovuni, har hann skal sita og eisini eta sín matpakka.

1., 2. og 3. fl. eru í skúla frá kl. 8-12.

 

  • 1. fl. skal koma oman í skúlagarðin, og inngongdin er, har sum tannlæknin heldur til. Hesa hurðina skulu tey brúka, tá tey koma inn, og tá tey fara út
  • 1. fl. brúkar sína stovu og stovuna við síðuna av
  • 1. fl. brúkar vesini á hæddini, har tey ganga

 

  • 2. fl. skal koma oman í skúlagarðin, og teirra inngongd er í niðaru lon, har 10. fl. vanliga heldur til
  • 2. fl. fer inn og út gjøgnum hurðina í skúlagarðinum
  • 2. fl. brúkar vesini á gongini, har tey ganga

 

  • 3. fl. skal brúka úthurðina við endan á skúlanum (brandhurðina) eystanfyri móti ánni
  • 3. fl. heldur til á hæddini, har tey vanliga eru.
  • 3.fl. brúkar vesini á ovaru gongd

 

Marghøllin er stongd hesa tíðina. Svimjihylurin og høllin verða ikki brúkt.

 

Pennahúsið:

e26fbf1179926fc0c40d39744a5bc3085a89058d

Tað er eitt krav at hesi tingini eru í lagi, tí man kann ikki lána, hvørki frá næmingum ella skúlanum!

 

Tá veðrið loyvir tí, fara vit at vera úti.

Næmingar SKULU hava matpakka og dunk við. Fríkortermatur skal vera fyri seg.

Frá mikudegnum fáa øll mjólk. Hetta verður galdandi, til fleiri flokkar koma aftur í skúla.

Vit halda frástøðu og halda boðini frá myndugleikunum. Vinaliga greiðið tykkara børnunum frá hesum.

Vit hava spritt, sápu og pappírhandklæði.

Um onkur broytir støðu og ætlar at koma í skúla, skal flokslærarin hava boð tveir dagar frammanundan, soleiðis, at vit kunnu skipa okkum í mun til barnatalið í hvørjum einstøkum flokki.

Sostatt koma næmingar ikki aftur í skúla til somu umstøður, sum tey fóru frá tann 16. mars, tá skúlin varð stongdur.

 

Blíðar heilsur

Eyð Niclasen, virkandi skúlastjóri

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233221/233222 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.