Søkt verður eftir 5 lærarum til Sørvágs skúla

2 lærarar í fast fulltíðarstarv frá 01.08.2020.
1 lærara í tíðaravmarkað fulltíðarstarv skúlaárið 2020/21.
1 lærara í tíðaravmarkað fulltíðarstarv vegna farloyvi frá 01.08.2020-31.12.2020.
1 lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2020/21 vegna lækkað tímatal, tímar til serligan tørv og til avlopstímar. Talan er um niðursett tímatal. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. september 2020.

Vit sóknast eftir telduvørði, sum er røkin og nærlagdur og eftir lærarum, ið kunnu átaka sær flokslærarauppgávuna.
Okkum tørvar lærarar, ið kunnu undirvísa í grunddeild, miðdeild og hádeild.

Annars sóknast vit eftir lærarum, ið kunnu undirvísa í:
føroyskum - donskum - enskum - støddfrøði - náttúru og tøkni - ítrótti - svimjing - lívfrøði - kristni - søgu/samtíð - landalæru.

 

Tey, ið sett verða skulu

  • vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð mótvegis næmingunum
  • hava áræði at taka ábyrgd
  • duga at samstarva í toymum
  • virka í læringsleiðslu

 

Førleikakrøv
Læraraútbúgving og førleika í viðkomandi lærugreinum.

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.
Lærarastørvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 – 29.2.

Nærri kunning um størvini fáast við at ringja til Eyð Niclasen, skúlastjóra, á tel. 233222.

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til:

Sørvágs skúli
Skúlavegur 13
380 Sørvágur

ella This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 27. mai. 2020 kl. 12:00.

 


 

Í Sørvágs skúla ganga uml. 200 næmingar í 1. til 10. flokki. Uml. 35 starvsfólk arbeiða í skúlanum.

Starvsfólk skúlans hava fyrireikingarhøli við egnum skriviborði og egnari farteldu.

Ein skúli við serbygdum tónleikahølum, svimjihøll, serhølum og samvirknum talvum. Skúlin er nýliga uppstigaður á øllum økjum. Vit arbeiða alsamt við at bjóða næmingunum fleiri undirvísingartilboð. Í hesum sambandi samstarva vit við hinar skúlarnar í vesturøkinum.

Eitt serskúlatilboð, Pallurin, er staðsett á skúlanum, Hetta til tess, at allir næmingar í Vágum fáa nøktandi skúlatilboð. Tilboðið er ætla at hýsa um 12 næmingum, 2 lærarar og 2 námsfrøðingar eru knýtt at sertilboðnum.

 

 

Virðisgrundarlag skúlans:

Eg vil - Eg dugi - Eg kann

Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum!
Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla!
Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi!
Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra!
Málið er læring, menning, trygd, og trivni.
Áhugi elvir til læring.

 

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233222/233224 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.