Mánadagin 18. mai koma allir flokkar aftur í skúla uttan 10. fl., sum møtir týsdagin 19. mai.
Miðað verður ímóti at fylgja vanliga undirvísingartímatalinum í so stóran mun, sum til ber. Tó verður eingin svimjing/ítróttur 18. mai – 19. juni.
- Skúlin skipar skúlagongdina við grundarlagi í vegleiðingini, tillagað til umstøður og karmar á okkara skúla
- Skúlin letur upp kl. 7.50
- Allir flokkar møta í sínari stovu, og inngongdirnar eru broyttar fyri nakrar flokkar
- Inngongdin hjá 1. og 2. fl. er ikki broytt. Tey koma oman í skúlagarðin og ganga inn gjøgnum hurðina hjá tannlæknanum
- 3., 4. og 5. fl. ganga oman í skúlagarðin og brúka neyðhurðina til teirra floksstovu
- 6. fl. brúkar neyðhurðina móti Kirkjuánni
- 7. fl. skal nýta neyðhurðina niðan móti Skúlavegnum, sum er beint yvir av teirra skúlastovu
- 8. og 9.fl. koma inn gjøgnum høvuðsinngongdina úr skúlagarðinum
- Allir flokkar eta matpakkan inni í sínari stovu og á sínum plássi
- Øll skulu úr skúlastovuni og út í fríkorterunum, tí borð, stólar og handtøk verða sprittað
- Kunnið tykkum um viðurskiftini hjá einstøku flokkunum á flokssíðunum
Leiðslan