Næmingarnir í 1. flokki fingu nýggjan súkkluhjálm frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd í gjár.
Umboð fyri Ferðslutrygd var á vitjan og hevði súkkluhjálmarnar við.
Børnini vóru spent, tá eskjurnar vóru latnar upp. Øll fingu hvør sín hjálm og prátað var um týdningin av at nýta hjálm tá man súkklar. Lovisa vísti eisini, hvussu man spennir hjálmin, so hann situr rætt á høvdinum.
Vónandi verða hjálmarnir væl brúktir.
Vegleiðingin soleiðis spennir tú hjálmin rætt er á heimasíðuni hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.