Leiðreglur í sambandi við Landsroynd
Landsroyndin fer fram á alnótini,og allir hjálpimiðlar eru loyvdir. Hetta merkir, at næmingurin kann reika frítt á alnótini og kann hava lærubøkur, uppgávur og annað tilfar við.
Næmingurin hevur ikki loyvi at brúka lummaroknara í støddfrøði. Tað er ikki loyvt at brúka lummaroknara á telduni/netinum. Heldur ikki er loyvt at nýta avritingarforrit t.d. (Photomath) til loysn av uppgávum í støddfrøði.
Næmingurin hevur loyvi til at samskifta við umsjónarfólkini/vaktirnar í royndarhølinum. Alt annað samskifti er ikki loyvt.
Allar uppgávur verða loystar í WiseFlow.
Mælt verður til, at næmingar og lærarar brúkar dagførdan kaga til Wiseflow.
Próvstovan mælir til at brúka Chrome, Firefox ella Safari kaga.