Ungdómskór í Musikkskúlanum í Vágum fer av bakkastokki 28. september.
Kórið er fyri 7. - 10. flokk, bæði dreingir og gentur, og venjingarnar eru mánadagar kl. 15:15 - 16:00 í gomlu auluni á Giljanesi.
Vit miðja eftir at syngja fleirraddaðan sang og at halda eitt gott og høgt støði.
Tískil verður ein lítil upptøkuroynd gjørd, fyri at sleppa við. Sangroyndirnar verða 21. september eisini í gomlu aulu á Giljanesi.
Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni hjá Musikkskúlanum í Vágum: vagamus.fo