Á hvørjum ári skipar SSP fyri ymiskum tiltøkum fyri ávísar flokkar. Týsdagin hevði 1. flokkur vitjan av politinum ið greiddi næmingunum frá um, hvussu vit ferðast í ferðsluni.

politi1 5ab63

 

Nøkur eru til gongu, onnur á súkklu og aftur onnur koyra í bili. Tosað var um hvar fólk til gongu eiga at vera, hvar súkklarar eru og hvar bilar koyra. Tá vit fara yvir um vegin, so hyggja vit til vinstru, til høgru og aftur til vinstru. Tá eingin bilur er ella tá teir eru steðgaðir, so kunnu vit fara yvir um vegin. 

Til seinast fingu næmingarnir eitt prógv frá løgregluni. Ein góður og áhugaverdur tími.

politi3 4ad9f

politi2 cabf4

politi4 34c71

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233222/233224 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.