Átakið Føroyar lesa er farið av bakkastokki við nýggjari heimasíðu og nýggjum tilfari. Átakið hevur til endamáls at stimbra lesihugin hjá øllum føroyingum.
Skipað verður fyri tiltøkum, har fólk savnast um tað at lesa. Heimasíðan verður miðdepil fyri íblástur, upplýsing og kunning um lesing, soleiðis, at børn og vaksin, privatpersónar og starvsfólk á ymiskum økjum kunnu finna viðkomandi tilfar.
Vitja heimasíðuna føroyar lesa her og ver eisini við í kappingini um at vinna ein lesikrók til alla familjuna.