Gongur tú í 7.-10. flokki? So kanst tú vera við í filmskapping, sum Granskingarráðið skipar fyri í sambandi við Vísindavøkuna.

vís okkum tín gerandisdag gransking fo 08fa6

 

Korona hevur broytt lívið hjá okkum øllum í 2020. Hetta ávirkar eisini ársins Vísindavøku, sum ikki kann hava tiltøk fyri ung, eins og undanfarin ár. Í staðin gera vit eina Vísindavøkuapp, har vit fara at hava ymiskt tilfar fyri stór og smá. Her halda vit, at nýggir filmar um ung til ung høvdu verið góðir. Teir kunnnu eisini vera góðir til granskarar, politikarar og onnur, sum vilja vita meira um lívið hjá ungum í Føroyum í dag.

Vit vilja tí við hesum bjóða skúlaungdómum at vísa okkum sín gerandisdag í koronutíðini.

Les meira á:

https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/filmskapping-vis-okkum-tin-koronudag/

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233222/233224 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.